Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Herfyri varð kunngjørt, at samlaða fíggingin til bygging av Føroya Arena er komin uppá pláss. Harvið er grundarlagið fyri at fara undir byggingina av stórhøllini til staðar.

Grunnurin er nú stovnaður, og nevndin við Heðin Mortensen sum formanni, Guðrið Højgaard sum næstforkvinnu, og Berguri Poulsen, Elin H. Joensen og Anniku Olsen sum nevndarlimum, er farin í gongd við fyrireikingarnar til at byggja høllina.

Nevndin hevur eisini valt eina bygginevnd, sum saman við nevndini skal standa fyri byggingini av stórhøllini. Í bygginevndina eru valdir Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Tróndur Sigurðsson.

Skrivari hjá nevndini er Jógvan Emil Nielsen.

Projekteringin er byrjað, og eftir ætlan verður spakin settur í longu í ár. Nevndin fer regluliga at kunna um gongdina í hesi stóru verkætlan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo