Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dagin fyri Ólavsøku í fjør kom ársins sprøkluta grýlugonga av religiøsum kultistum hippieklødd galdrandi í øllum ælabogans litum oman Tórsgøtu fyri at demonstera sín politiska boðskap. Hann er nevniliga 99% politiskur.

Bert tey fæstu av Føroya annars normalu samkyndu, ið altíð hava verið her og altíð verða vælkomin her við javnbjóðis (men ikki framíhjá) rættindum.

Normal samkynd hava lítið og einki við politiska hysteríið hjá LGBTQI at gera.

Tey hálv- og trøllvaksnu í hesum hárfagra grøn-, reyð-, blá- og orangugula sigoynaraskara við lastbilum av ‘drag queens’ til undirhalds, vóru mest javnaðar-, tjóðveldis-og framsóknarfólk.

Hesi politisku, karnivalsklæddu skepilsi telja mangar ferðir fleiri enn tey bert 2-5% av Føroya fólki, sum pástanda, at tey hava annað (nú 56 onnur) kyn, enn tey hava kromosom til, nevniliga bert eitt kyn í part.

Forrestin, hvussu nógv føroysk samkynd ‘hjún’ eru nú? 5 ella kanska 10? Tað er ikki nógv eftir goragangin frá LGBTQI+++ í eini 15 ár.

Her er ein ávaring!!!
Skjótt koma hesir politisku aktivistar eftir okkara børnum, ommu- og abbabørnum við hormonblokkadum og skurðviðgerðum uttan samtykki foreldrana (longu nú í USA).

Børn hava jú smbr. LGBTQI+++ (og donskum sosialistum) rætt at skifta kyn frá føðing og fáa skattfíggjaðan sosiologiskan stuðul til tess frá terapeutum.

Tey ætla, at lærugreinar sum søga, týskt, danskt og kristni skjótt verða skiftar út fak um tvørkynd, ‘drag queens’, samfelagsfrøði (altso bara vinstru helvt av hesum), ‘dildo’ir, ‘analplugs’ o.a. eksotiskt til ungar, bleytar sálir.

Nú má vera nóg mikið við hasum svansinum.

Jenis og hansara ‘kynsvillingar’
Tí halda 1000-tals føroyingar, at LGBTQI+++ er ein politisk religión og ikki ein samkenslurørsla við teimum, ið vilja stuðla ‘kynsvillingum’.

Jenis av Rana (áðrenn hann slapp í landsstýrið) fekk á  tingsins røðarapalli ábreiðslu frá tingformanninum fyri at bruka hetta heitið.

Jenis brúkti bert eitt gamalt føroyskt orð úr orðabókini hjá Christiani Matras, M.A. Jacobsen og J. H. Winther Poulsen. Men tað var longu tá politiskt ókorrekt og nú bannlýst.

Dastið av skurvblandingini eru fávitskut og tí ‘óskek’ børn og tannáringar, ið vilja boða sína nýggju politisku trúgv. Hon er ideologiin niður frá nalvanum og upp um gumpin, ella alt ‘undir halanum’, sum ein sambandspolitikari einaferð tók skemtiliga til í krókatosi. Hann sipaði væl til neyt, gimbur- og veðurlomb.

Tað mesta av hesum villfárilsi situr nokk millum oyruni og í snildfonini á teim ungu, ið annars vita syndarliga lítið fyri tær 50.000 krónurnar, ið skattgjaldarin ofrar upp á hvønn skúlanæming árliga.

Hesir marglittu ‘stormtroppar’, ið hava yvirtikið ‘lítla’ ólavsøkuaftan, telja nú helst fleiri enn mannfjøldin, ið roynir at halda føroyskari mentan uppi við tjóðbúnum, kirkjugongd og sangi eftir 900 ára gomlu skrúðgonguna ólavsøkudag.

Mangt broytt síðan HIV/Aids
Tann homofili kulturin hevur broytt seg nógv, síðan HIV/Aids fór at herja í 1980-unum, fyrst ímillum samkyndar menn í Afrika og vesturlendskum býum sum San Francisco, Hollywood og London - og síðan millum bæði kynini, eftir at HIV-raktir, tvíkyndir menn smittaðu kvinnur við sjúkuni.

Takk og lov hava læknavísindi hildið HIV/Aids niðri og minkað vandan fyri spjaðing.

Men 84 mió fólk hava verið og eru enn rakt av sjúkuni, serliga í Afrika.

WHO kunnger, at uml 40 mió fólk kring heimin eru deyð av HIV/Aids.

Tað mátti verið tungur krossur hjá LGBTQI++ at borið, um nøkur samvitsa er.

COVID 19 hevur ‘bert’ klárað at dripið 6,5 mió fólk.

Tey høvdu flestøll verið deyð kortini nú av ovurfiti, sukursjúku o.ø ellisbrekum nærum 3 ár eftir at Xi-Jinpeng tveitti Corona-bumbuna úr Wuhan út yvir Vesturheimin fyri at hjálpa Biden at stjala forsetavalið frá Trump.

Skilið í USA, Fjareystri, Afghanisan og Ukraina er hareftir. USA rennur runt sum ein avhøvdað høna. Kanska kundi Vallalíð boðið Biden í barndømi ókeypis uppihald.

‘Sosialistar fyri kærleika’
Næst seinastu hárføgru fólkaflyting á ólavsøku oman Tórsgøtu gingu umboð fyri Javnað, Tjóðveldi og Framsókn fremst undir einum bannara við áskriftini: “Sosialistar fyri kærleika.”

Eitt slag av fráboðan, at nú er friður og eingin fári, tí HIV/Aids er bast her á leiðum.

Tað minti um gamla svínoyingin, sum var biðin koma oman til strandar, har eitt sjórikið, uppblást ross lá. Ross høvdu svínoyingar ikki sæð fyrr. Gamli kunngjørdi straks sínum sambygdarfólki: “Syndið nú so gæælið, tykkum lystir, tí nú er fæænin deyður.”

Nevni hetta, tá alt bendir á, at nýggja sjúkan ‘Monkey Pox’ (‘apupokur’), ið júst sum HIV/Aids hevur uppruna í Afrika er ein heilsuhóttan, ið nú eisini Danmark hevur bílagt nakrar tíggju túsund skamtur fyri.

Tað forvitnisliga við apupokum er, at 98% av teimum raktu eru sam- og tvíkyndir menn, smb WHO, bretska heilsuverkinum, NHS, o.ø. myndugleikum.

Áheitan á Vágaportalin
Min áheitan á Vágaportalin er tí: Er tað rætt, at smittuberarnir eru, sum heilsukeldur siga. Vinaliga kannið hetta uppáhaldið og meldið skjótt aftur.
Altso, er tað rætt, at ‘monkey pox’ er avmarkað til henda fámenta minniluta av fólki?

Tíðindaflutningurin í KvF er so forpestaður, at tey í Sortudíki aldri á ævini bera so politisk ókorrekt tíðindi uttan mun til, hvussu sonn, hóttandi ella avdúkandi tey eru.

Er tað rætt, at apupokur bert herja millum sam- og tvíkyndar menn, so verður spennandi, um sosialistiska andstøðan á Løgtingi og teirra ‘hippiegonga’ næstu ólavsøku fer at brúka rakstrarrópið ‘Sosialistar fyri kærleika’...

... Ella kanska ‘Sosialistar móti apupox.’

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo