Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Albanska venjaratoymið við Sylvinho á odda á Tórsvølli mánakvøldið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hóast tíðin í Manchester City ikki gjørdist drúgv fyri Sylvinho, so mintist hann væl Gunnar Nielsen – Mynd: Hans Erik Danielsen

Albanska venjaratoymið við Sylvinho á odda á Tórsvølli mánakvøldið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Albanska venjaratoymið við Sylvinho á odda á Tórsvølli mánakvøldið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hóast tíðin í Manchester City ikki gjørdist drúgv fyri Sylvinho, so mintist hann væl Gunnar Nielsen – Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Av teimum 55 londunum, ið eru limir í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, eru sjey lond, ið Føroyar framvegis ikki hava møtt í A-landsliðshøpi hjá monnum. Talan er um England, Kroatia, Bulgaria, Hvítarussland, Armenia, Albania og Montenegro.

Men í annaðkvøld, týskvøldið klokkan 19:45 verður eitt av hasum liðunum strikað av listanum. Fyri fyrstu ferð síðani 1990, tá Føroyar fóru undir at luttaka í EM- og HM-undankappingum, eru Føroyar og Albania komin í sama bólk.

Eins og Føroyar, fóru albanar eisini undir sína fyrstu undankapping í 1990, og síðani hava teir meir ella minni stútt og støðugt otað seg longri og longri upp eftir styrkislistanum hjá FIFA. Í 2015 náddu teir hægsta tindin higartil, tá Albania var nummar 22 av teimum 211 londum á FIFA-listanum.

Seinastu átta árini er landsliðið hjá albanum tó farið eitt vet aftur, og á seinast dagførda styrkislista, er Albania nummar 68 í heiminum. Føroyar eru á 125. plássi.

Hóast albanska liðið er mannað við framúr dugnaligum fótbóltsspælarum, so eru størstu stjørnurnar í hópinum allarhelst venjarin, brasiliumaðurin Sylvio Mendes Campos Júnior, ella betri kendur sum Sylvinho, og ein av hjálparvenjarunum, Pablo Zabaleta úr Argentina, sum í nógv ár var sáttmálabundin við Machester City. 

Í síni tíð sum virkin spælari fekk Sylvinho seks A-landsdystir fyri Brasil, og kendastu felagsliðini, ið hann spældi fyri, vóru Arsenal, Manchester City og FC Barcelona, har honum millum annað eydnaðist at vinna Champions League.

Til stuttleika kann nevnast, at Zabaleta var á høgra bakki, tá føroyski málverjin, Gunnar Nielsen varð sendur á vøllin fyri Manchester City í Premier League.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Albania byrjar klokkan 19:45. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo. Mánakvøldið vóru gott 2.100 atgongumerki seld. 

Hóast tíðin í Manchester City ikki gjørdist drúgv fyri Sylvinho, so mintist hann væl Gunnar Nielsen – Mynd: Hans Erik Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo