Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! Festivalurin: Tónleikaliga tjóðarhátíð føroyinga er byrjað. Tað angar av brenni frá hitapottunum, fólk práta og klemmast, og á sandinum hoyrast frálíkir tónar frá Konni Kass. Vit eru á G! 2017.

Skráin er full av spennandi nøvnum, tað er turt og stilt í veðrinum, og ein rúgva av fólki hava leitað sær til Syðrugøtu at uppliva G! Festival nummar fimtan. Fyri kortum varð kunngjørt, at The Times hevði valt G! Festivalin at vera millum fimm teir bestu festivalarnar í Evropa. Umheimurin hevur funnið útav tí, sum vit føroyingar hava vitað so leingi. G! er nakað heilt serligt.

Um eina løtu verður møguligt at hoyra svenska alternativa amerikana-folk-rokk-bólkin Baskery á Spæliplássinum, og klokkan 21.40 verður rokkbólkurin Bilderbuch úr Eysturríki á Sandinum. Ert tú við uppá tað, skalt tú eisini fara at lurta eftir Reykjarvíkurdætur á Spæliplássinum klokkan 23.20, tá ellivu frískar gentur úr Reykjavík spæla provokerandi íslendskan tónleik uppá tann ​góða mátan.

Klokkan 00.30 røkka vit hæddarpunktinum á hesum G! hósdegnum, tá høvuðsnavnið MØ fer at fáa fjøldina á Sandinum í kók.

Umringað av náttúru og framúr góðum tónleiki kunnu vit staðfesta, at G! 2017 er líka sum G! plagar at vera: í heimsflokki!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo