Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Útikonsertin við føroyska jassbólkinum Gangandi skógvar verður nú kl. 17 í Perlutúninum í Tórsgøtu. 

Perlutúnið verður karmur um eina jasskonsert við nýskrivaðum, føroyskum jassi. Ætlanin var at konsertin skuldi byrja kl. 16, men tað verður nú kl. 17 ístaðin.

Bólkurin Gangandi Skógvar gandar sín egna jass út til fólkið, og tað er heilt ókeypis at lurta. Tiltakið er partur av nýggja konseptinum hjá Reinsarínum við útikonsertum í Perlutúnium alt summarið.

Gangandi Skógvar er ein eksperimenterandi jass bólkur, ið spælir egin løg, har improvisatión setur stóran dám á.

Limirnir í bólkinum eru Harald Fonsdal Johannesen, Bergur Fonsdal Johannesen og Rasmus Vigant Samuelsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo