Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sera nógv Havnafólk og fólk kring landið hava góðar kenslur fyri umhvørvinum í Hoydølum.

Nógv hava gingið í Studentarskúlanum og hava minnir um tað tíðina og óteljandi eru tey fólkini sum spáka gjøgnum hetta yvirhøvur órørda øki har pollen analysir vísa at fólk hava verið har fyri 2000 árum síðani.

Hoydalar er DNAið hjá Tórshavn og ein partur av okkara samleika.

Tað eru hópin av hugskotum um hvat kundi verið gjørt við hesa náttúruperlu - ein av vakrastu og veðurbestu grønu økinum í høvuðsstaðnum.

Ynskiligt er at øll kunnu fáa gleði av økinum og ikki at tað bert verður brúkt til íbúðir og parkering fyri nøkur fá.

Hoydalar er ein av perlunum í Føroyum og at fara at gera hana til eitt íbúðarøki er vandalisma og vil spilla Hoydalar og Boðanes.

Her er ein møguleiki hjá mynduleikunum veruliga at hugsa nýtt og at okkara nýggja progressiva Býráð sum hevur ætlanir um at fríðka Havnina, lata Havnará upp aftur o.s.fr., loftar møgulleikanum fyri kreativa nýhuxan.

Uppgávurnar hjá kommuni eru eisini aðrar enn at gera íbúðir, barnagarðar og ellisheim. Vinnulívið má ikki gloymast í Tórshavnar Kommunu. 

Upplivingarbúskapur, innovatión og vinnulív má fáa topprioritet.

Eldsálir brenna skjótt út fáa tær ikki karmar og stuðul at realisera ætlanirnar. Latum ikki gloyma at Føroyar hava ídag 2 Michelinstjørnur!

Føroyar liva av matútflutningi og eini vaksandi ferðavinnu.

Um vit skulu vera við í heimselituni, so mugu vit fylgja við.

Nýhugsan, nýmenning, útbúgving, gransking og samstarv eru lyklaorð.

Við tí framúr rávøruni vit hava kunnu vit hava ein tilfeingisdepil í Hoydølum, ið mennir hesa vøru.

Eitt Hoydalar Food-Lab. 

Gróðurstøðin í Hoydølum vil eisini verða ein partur av slíkum kreativum miðdepli.

Okkara fiskivinna í gastronomiskum høpi er alt ov niðurprioterað.

Hoydalar Foob-Lab kann gerast eitt umhvørvi har okkara sjótilfeingi, heimsins besta góðska, verður lyft upp á nýggjar hæddir við kokkum, tænarum, granskarum og innovatørum, sum kunnu menna nýggjar vørur og upplivingar.

Hugsanin er at vit hava upplivingar, grønmeti, djór, handlar, matstovur, gransking, undirvísing alt á sama staðið í einum livandi umhvørvi, sum gagnar vanliga føroyinginum, høvuðsvinnuni og ferðavinnuni.

Ein livandi miðdepil ið samstarvar og nýmennir. 

Matstovuvinnan og ferðamannavinnan verða aftur tær stóru vinnurnar í Havn.

Áðrenn korona vóru sløk 800 arbeiðspláss í matstovuvinnuni og tá vit aftur fáa ferðafólk fer hetta tal óiva at økjast nógv.

Men at verða í fyrstu røð krevst hart arbeiði og góðar karmar. Hoydalar og tess bygningar eru eitt upplagt høvi at lata okkara matstovuvinnu hava karmarnar at arbeiða við.

Tórshavnar Kommuna hevur her veruliga møgulleika at sýna í verki at man prioriterar okkara matstovu og ferðamannavinnu, hana sum Havnin skal at liva av framyvir.

Gutti Winther og Johan Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo