Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áðrenn zionismuna var Gaza ein søguligur arabiskur býur. Tá Ísrael var sett á stovn, var ein stórur partur av palestinensiska fólkinum rikin heimanfrá, rikin úr landinum, ella rikin inn í flóttafólkalegur, sum eru til enn, men ikki so fá eisini tikin av døgum.

Ein umfatandi stuldur av palestinenskum ognum fór fram av zionistisku tilflytarunum, og av ikki-palestinensiskum íbúgvum í søguliga Palestina. Hesin stuldur umfataði leysar ognir, umframt hús og jørð, sum tilflytararnir settu seg í og á. Gaza bleiv tá til eina flóttafólkalegu.

Fólkið í Gaza hevur sín uppruna í teimum ymisku landslutunum og býunum, sum nú er partur av Ísrael, t.d Jaffa, og økinum uttanfyri Gaza-geiran, og aðrastaðni.

Tey, sum nú eru væl tilkomin minnast síni foreldur, og ommur og abbar greiða frá, hvar tey komu frá, og summi komu ikki longur burtur frá enn so, at fyrrverandi heim teirra kundi síggjast frá Gaza, men tey fingu ongantíð loyvi at venda heim aftur.

Nakba er arabiska navnið á hesi hending, tað merkir vanlukkan, og symbolið fyri henni er ein lykil. Hettar, tí tá palestinensarnir fóru heimanfrá, snaraðu tey um, og tóku lyklarnar við sær, tí ætlanin var at venda heim aftur.

Heimssamfelagið viðurkendi rættindini hjá palestinensarunum at venda heim aftur, men hevur ongantíð uppfylt sínar skyldur yvir fyri palestinensarnum.

Alt hettar er í dag ikki umstrídd vitan.

Palestinensiskir søgufrøðingar hava altíð hildið uppá hesa frágreiðing.

Fyri palestinensarar hevur tað alltíð verið greið vitan, hvat Ísrael egentliga er, nemliga ein vesturlendsk – á enskum “settler colonial state”.

Tað er, at kolonistar invadera, herseta, og erstatta verandi fóliið, við sær sjálvum.

Fyri at halda palestinensiskum mótstøðufólki niðri bleiv við tíðini alt Gaza stongt av. Flogvøllurin sprongdur, hav og luftøkið stongt, og ein múrur bygdur allan vegin rundan um, frá strond til strond.

Einki skuldi eftir ætlan kunna ferðast inn ella út úr Gaza uttan umvegis Ísrael, gjøgnum serlig portur. Gaza bleiv v.ø.o gjørt um til eitt risastórt, uttandura-fongsul.

Í Gaza er ein føddur í einum fongsli. Tað er í hesum umhvørvi, Hamas kemur.

Í takt við at mótstøðurørslan í Gaza, móti koloniseringini, gjørdist dugnaligari at koma uttanum múrarnar, eru múrarnir blivnir betur og betur útgjørdir, við píkatráði, landminum og automatiskum kanónum, sum skjóta alt, sum kemur ov nær.

Fólkatalið í Gaza er eisini vaksið, so at tað í dag búgva uml. 2,3 miliónir av fólki undir hesum vanvirðisligu umstøðum, helvtin av hesum eru børn.

Serfrøðingurin í Palestina/Ísrael støðuni, Norman Finkelstein - hvørs foreldur bæði yvirlivdu konsentrasjónslegur undir Seinna Heimsbardaga – umtalar Gaza sum eina konsentrasjónslegu.

Hesar dagarnar eru kraftig loftálop á Gaza. Tonsatungar bombur spreingja heilar bygningar í luftina, og hundraðvís av fólki lata lív.

Gaza verður bombað við jøvnum millumbili, men skal man meta eftir teimum seinastu stóru bombingunum, so kann man rokna við, at í hesum umfarinum fara nógvir palestinensarar at lata lív.

Í fylgi ísraelska politikaranum, og fyrrverandi hernaðarmanni Zvika Fogel, fyri hvørja ísraelska mammu sum grætur, skulu 1000 palestinensiskar mammur gráta.

Í 2014 vóru ógvisligar bombingar av Gaza. Tá lótu 2200 palestinensarar lív. Eg kom tá í samband við fólk, sum búgva í Gaza, og eitt av hesum sambandum menti seg til eitt nú skjótt 10 ára vinarlag.

Tað hevur gjórt eitt stórt inntryk á meg at koma at kenna ein persón “hinumegin múrin”. sum eg kenni so væl sum hesa vinkonu.

Í Gaza er vanligt at síggja fólk, sum hava mist bein og armar, øll hava mist onkran í familjuni. Ommur og abbar, og foreldur teirra øll eru offur fyri koloniseringini av søguliga Palestina. Hettar er vanligur veruleiki fyri einhvønn palestinensara.

Øll í Gaza vita, hvar í Palestina familjan upprunaliga er frá.

Eg havi stuðlað hesa vinkonu, so hon hevur havt møguleikan at sleppa út úr Gaza, og fáa hægri útbúgving, og er hon beint nú uttanfyri Gaza-geiran og hevur ikki møguleikan at reisa innaftur, sum støðan er.

Hon er ikki flóttafólk, men tað eru aðrir palestinensarar, sum eru tað, um alla jørðina. Fólk, sum flýddu frá søguliga Palelstina, men ongantíð fingu møguleikan at venda heim aftur.

Hesi hava rættin í fylgi lóg at venda heim aftur, men tey eru snýtt fyri hesi rættindi. Tað er meir umráandi fyri summi at hjálpa jødunum heim, enn at hjálpa palestinensarnum heim.

Eina aðru ferð, tað var vandi fyri ófriði og stórálopið í Gaza, var hon eisini stødd uttanfyri Gaza, ávegis í lestrarørindum. Tá avbreyt hon ørindini og vendi beina leið heim til Gaza. Í Gaza er tað soleiðis, at familjurnar søkja saman.

Støðan har er so óvanlig, og alvorlig, og vandin fyri at vera dripin so reellur, at familjurnar søkja saman, soleiðis, at um tey verða bombað, so doyggja øll saman.

Tað er ikki ónvanligt, at heilar familjur vera sprongdar í luftina og lata lív saman, í Gaza.

Konsentrasjónslega ella týningarlega. At fara við fólki, sum Ísrael hevur fingið grønt ljós frá vesturheiminum at gera, er ikki bara ein katastrofa fyri palestinensarar. Tað er eisini ein katastrofa fyri ísraelar.

“Hersetingin er vorðin krabbameinið, sum etur lívið á báðum fólkunum”. Mustafa Barghouthi.

Ísrael hevur sløkt fyri ravmagni og steðgað øllum veitingum til Gaza. Fólk, sum liggja á sjúkrahúsum í Gaza í andingartólum, respirator, eru í vanda fyri at doyggja. Einki medisin sleppur inn, eingin matur ella vatn. Hvussu langt, Ísrael kann finna uppá at fara við hesum taktikkinum, er ógreitt.

Stendur tað upp til Ísrael einsamalt, er vandi fyri at Gaza verður ein rein týningarlega.

Verjumálaráðharrin í Israel Yova Galland, segði, at vit berjast við djór. Al Jazeera gjørdi samtalur við vanligar borgarar í Vestur Jerusalem og spurdi, um tað at steðga ravmagni og mati til Gaza ikki er eitt krígsbrotsverk, sum kundi enda við einum fólkadrápi.

So at siga øll søgdu, at tey tóku undir við hesum.

Tá bombingar fara fram í Gaza, samlast ísraelar á heyggjum, sum gevur teimum vítt síni út yvir Gaza, til at grilla og ballast, og njóta bombingarnar.

Ísrael er í dag eitt politiskt korrupt land. Tað er blandað høgra-víttgangandi, rasistiskt og religiøst fanatiskt.

Hersetingin og áratíggju langur blanco-checkur vestanfrá at ignorera øll palestinensisk rættindi og alla internationala lóg, hevur ført landið her til.

Í fylgi Norman Finkelstein er einki at gera. Tað ber ikki til at rætta skútuni. Tað er farið for langt. Støðan í søguliga Palestina er eitt Mekka fyri religiøsar fanatikarar. Bæði jødiskar, kristnar og muslimskar.

Ein religiøsur fanatikari setur øll menniskjalig atlit til viks, og letur eyguni aftur fyri vanligum samkenslum.

Vanligar lógir og menniskjarættindi vera sett til viks, og veruleikafjarar ideologiir settar í staðin.

Ein fanatikari hevur ongar trupulleikar at akseptera tað - í eygunum á vanligum sympatiskum manniskjum - fullkomuliga ómenniskjaligaligar gerðir.

Ein fanatikari vil trúgva øllum og gera hvørja sum helst hugsandi bending í heilanum at rættvísgera sína yvirbevísing.

Tað eru altíð hini, sum eru av tí ónda.

Men eingin kann stuðla einum so stórum órættvísi og einum so groteskum hersetingarvaldi sum Ísrael, uttan at gera stóran skaða á seg sjálvan.

Tað er fullkomuliga veruleikafjart fyri meg, at føroyingar stuðla hesum politiska, og religiøst fanatiska hersetingarvaldi.

Er tað nøkur vón?

Tað er nokso stórur partur av vesturheiminum, sum vilja broytingar, og hjálpa palestinensarum til eitt normalt lív. Men tann polittiska skipanin umboðar enn tann gamla hugburðin, men tað kann broytast við tíðini.

Serliga tey ungu hava gjørt seg frí av gomlu fatanini, og ikki minst ungir jødar í USA venda sær burtur frá Ísrael, í takt við at landið blívur meir og meir radikalt.

Tað er gleðiligt at síggja hesi angasjera seg í organisasjónum, sum arbeiða fyri at steðga hesi sinnisjúku støðu.

Kina hevur eisini víst á, at tað er neyðugt við eini liviligari loysn fyri palestinensarar, sum fortreyt fyri friði. Kann vera, at Kina við tíðini blívur størri partur av Miðeystri.

Her hjá okkum eru vit nokk ein lítil ikki nevniverdigur minniluti, sum vilja steðga stuðul til Ísrael, men her er nokk mótstøðan eisini vaksandi.

Núverandi ófriður fer at halda uppat fyrr ella seinni, og ísraelar sleppa aftur til dagligdagin, men hettar merkir ikki, at ágangurin móti Palestina harvið steðgar.

Koloniseringsprosessin er ongantíð steðgað, og ágangurin móti Palestina stendur við, eisini í friðartíð, tá eingin tímir at tosa um tað her hjá okkum.

Frá tí at Gaza bleiv gjørt til eina flóttafólkalegu til í dag hevur Ísrael ongantíð havt ætlan um, at hesi fólk skulu hava nakra framtíð, í søguliga Palestina.

Annað enn at rýma, ella leggja seg niður at doyggja, so hava fólk í Gaza einki val enn at at seta seg upp í móti hersetingarvaldinum.

Petur Martin Johannesen
Famjin 11 okt 2023

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo