Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gerhard Hansen úr Vestmanna er deyður, 78 ára gamal.

Gerhard var sonur Fridu Hansen og Josiah Frederick Simpson, sum var bretskur hermaður í Føroyum undir krígnum.

Gerhard var sóknarprestur í Vestmanna eitt skifti, hann var eisini prestur í týska býnun Rendsburg við Kielerveitina árini 1981 til 1986.

Hann undirvísti eisini á Fróðskaparsetrinum og í Hoydølum eitt skifti. Í 1987 kom doktararitgerð hansara "Eindarmentan føroyinga og vekingarrørslurnar". Í 1989 kom prædikusavnið "Er Guð deyður" og í 1995 "Lívið spratt av kærleiksrót".

Árni Helsmdal skrivar soleiðis í minningarorðum um Gerhard:

"Tað kravdi dirvi av honum sum cand. teol og dr. teol og fyrrverandi prestur í Føroyum og Slesvig at fara undir at skriva eina bók, har hann kannaði barnadópin. Hann kom í andglettin av hesum og fekk mangt toyggið. Men hann gjørdi tað. Eg haldi ikki, at hann skrivaði bókina fyri at provokera nakran. Heldur ein undran setti hann í gongd, um hví hesin máti at doypa hevði fingið so nógv pláss í hugaheimi og kirkju heilt fra triðju øld. Hann vildi gjarna nýta sínar førleikar sum søgumaður, granskari og gudfrøðingur til at finna út av, hvat ið var upp og niður her. Gerhard fekk útgreinað ymiskt um dópin; men hann var altíð greiður yvir, at dópurin ikki kundi vera tað centrala, men ein persónlig trúgv á tann upprisnað Kristus."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo