Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

GHM: Leygardagin 28. oktober kl 17.00 spælir Harmoniorkestrið GHM heystkonsert í Hátúni í Tórshavnar
Musikkskúla.

Skráin hóskar væl til bæði árstíðina og fjølmentanarvikuna við flottum útsetingum av bretskum,
írskum og amerikonskum fólkatónum. At hoyra verða løg sum Scarborough Fair, My bonny boy,
Highland Cathedral og onnur. Eisini fer ein minni bólkur av træblásarum úr orkestrinum at framføra
eitt verk.

Harmoniorkestrið GHM hátíðarhelt í fjør 100-ára stovningardag. Orkestrið savnaði yvir 100 GHM’arar
til at spæla á stórari konsert. Fleiri av hesum høvdu ikki nortið sítt ljóðførið í fleiri áratíggju, men
tónleikurin og ikki minst samveran endurkveikti hugin, og nógv teirra eru nú fastir limir í orkestrinum
aftur. Orkestrið telur í dag uml. 40 spælarar, og tað er Maria Wang Reinert, sum stjórnar.

Konsertin leygardagin er ókeypis, men høvi verður at stuðla orkestrinum, sum savnar pening inn til at
keypa ljóðføri og til eina ferð at vitja Bornholm - føðistað Bakar Hansens, sum orkestrið er uppkallað
eftir (Georg Hansens Minni).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo