Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: ÍF vann greitt 3-0 á SÍ á Kambsdali í dag í Meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.

Í 2. og 3. settið gjørdi ÍF nógvar útskiftingar, og leikti til tíðir við einum næstan nýggjum og óroyndum liði.

Fokus er nógv á finaluna í steypakappingini komandi leygardag og tí blivu fleiri avgerandi leikarar nógv spardir, ímeðan aðrir fingu nógva leiktíð.

ÍF legði hart út í 1. setti við at vinna 25 – 10 á einum heldur spøkum SÍ liði. Í 2. setti kom vend í spælið hjá SÍ. Teir stríddust og spældu væl.

ÍF hevði torført at vinna bóltarnar. Men tá avtornaði, vann ÍF 28 – 26. 

3. og seinasta settið í dystinum vann ÍF trygt. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo