Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ja- so skal málið enn einaferð upp at venda. Hví skulu vit drepa grind? Hinvegin kunnu vit eisini spyrja hví skulu vit drepa høsnarungar, grísar, kýr, seyð, fisk, fugl o.s.fr.

Grindadráp er elligamalt og hevur verið til stórt gagn fyri føroyingar øld eftir øld. Men so var tað kyksilvurið og børn. Eingin kann við samvitsku halda fast um, at tað lítla vit nú á døgum eta av grind er nakar vandi fyri okkum vaksnu – men so var tað ófødda barnið.

Meginparturin av tí kyksilvuri vit fáa í okkum kemur frá grønmeti. Skulu vit halda uppat at eta grønmeti?

Alkohol er skaðilig fyri ófødda barnið – skulu vit halda uppat at drekka brennivín?

Royking er skaðilig fyri ófødda barnið – skulu vit halda uppat við tí?

Tunfiskur á hillunum í matvøruhandli inniheldur kyksilvur og er sostatt skaðiligt fyri ófødda barnið. Kalvi hevur kyksilvur í sær – skulu vit halda uppat at eta fisk?

Og skulu vit draga tað hart so skuldi ongin búð her í Føroyum orsaka av tí stóru bakgrundstrálingini sum er serliga skaðilig fyri tað ófødda barnið.

So nógvir spurningar – tað er neyðugt við stovni sum kann gera eina umfatandi niðurstøðu til gagns fyri føroya fólk. Og tað hava vit í veruleikanum. Vit hava m.a. Umhvørvisstovuna.

Einstakir felagsskapir og persónar hava egoistiskar/búskaparligar orsøkir at verja seg sjálvi og tí ikki skikkaðið at koma við almennum tilmælum.

So er tað hin síðan -  Vit oyða grindahvalin.

Her eru granskarar á einum máli.

Tað er dálkingin sum kemur at oyða grindahvalin.

Ikki tað lítla vit taka árliga.

So tað er bert at siga við teir persónar, flokkar og terrorfelagsskapir sum koma higar fyri at læra okkum eitt og hvat.

Far heim aftur til títt egna land at berjast móti dálkingini sum tit hava skapt og spreiða um allan heim.

Og haldið uppat at gera dálkingina enn verri við at flúgva og sigla til Føroya.

31. aug 2020
Jákup Petersen, Klaksvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo