Landsvegurin við Haldórsvík var stongdur í eina løtu í morgun, tí grót var komið á vegin.
Løgreglan fekk boðini stutt fyri klokkan 8 í morgun.
Grótið var komið niður við Fossá, stutt sunnanfyri Haldórsvík.
Landsverk hevur nú ruddað vegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo