Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur aftur í evropeiska eldin, tá tær skulu spæla áttandapartsfinalur móti sponsku Atletico Guardés.

Dystirnir verða leygardagin og sunnudagin í spanska býnum A Guarda, báðar dagarnar klokkan 18 føroyska tíð, upplýsir Hondbóltssambandið. 

Talan er um sterka mótstøðu, og standa sponsku kvinnuliðini seg vanliga væl í evropeisku kappingunum. Liðið hevur tveir portugisiskar landsliðsleikarar, og hava nærum allir leikararnir spælt ungdómslandsdystir fyri Spania.

Atletico Guardés hevur seinastu mongu árini gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 9. Liðið var spanskur meistari í 2017.

Býurin A Guarda liggur í landslutinum Galisia við vesturstrondina í Spania, tætt við markið til Portugal.

Føroyska liðið ferðast hósdagin til Keypmannahavnar og víðari til Porto fríggjadagin, har tær so koyra við bussi yvir um markið til Spania.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo