Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað verður ofta nevnt at føringar sigla uttanlands tí tað er nógv meir at forvinna og betri sømdir.

Tað er bara partvíst rætt, vit eru nógvir í tali, og tað er slett ikki kjansur til allar her heima.

Skipið sum je var við bleiv selt í vár, síðan have je verið avloysari við tveimum skipum, og havi roynt at fáa kjans heima hetta hálva árið, og tað vísir seg at vera hopleyst, nú havi je so fingið kjans aftur í Norra

Eisini verður sagt at vit mangla arbeiðskraft í Føroyum tí so nógvir føringar arbeiða uttanlands, hvat skulu vit sjómenn gjørt her heima a landið, arb sum tænarir, ella bora tunnlar, hugsi tað má vera betri at koma í landskassan við einum feitum skattaneva úr útlandinum, limirnar í FFU eru fult skattskyldigur í Føroyum.

Tað er ein gyltur møguleiki sum føringar hava at kunna arbeiða uttanlanda, og tað at vit eru eftirspurdir, lati serskattaskipanirnar fáa frið, um tit skulu pilla við, so ger tað enn betri, og eggji fleiri at arbeiða uttanlanda.

Hvørji arbeiðir tíma føringar, hvusse nógv arbeiða í almennum størvum, umsitingum, kanningarnevndir, granskarir, kontórfólk og gud viti hvat alt eitur, havi hoyrt ein politikkara nevna okkurt um tað.

Um vit samabera Føroyar við ein kappróðrarbát, har bert helvtin rør, ja so gongur ikki skjótt, og vit koma ikki langt, hví ger man ikki betri sømdir fyri tey meira skitnu arbeiðini, um vit kunnu kalla tey so.

Í mínum eygum ser tað út sum hendan sangongan roynir at niðurbróta tað sum gongur væl, man hittur eisini nógv ónøgd folk á gøtuni.

At fara eftir sjómannafrádráttinum, er sera lágt, tað er botnurin, taka vit sjómannin heima, so er tað einasti fyrimunar teir hava, og teir skulu hava hann, tað er súrt arbeiði at buldrast á føroyagrunnunum á vetrardegi.

Hækki hann til 15% av 600.000 kr, tað hevði verið ein góður startur.

Samdøgursfrádrátturin kom pga. meirútreiðslum við at ferðast og húsast í uttanlandsarbeiði, hondverkarnir fingu, men fiskimaðurin fekk ikki, tá bleiv felagði FFU stovna, og vunnu teir tað sakina, so allir fiskimenn uttanlands fingu 300kr um dagin.

Fleiri hava nevnt at vit ikki hava rætt til hendan frádrátt tí vit einki gjalda sjálvir, tað er als ikki rætt, reisurnar fara av óbýttum, og øll manningin luttekur, og so kemur so sum ferga, taxi, bus, matur oa. afturat, og ofta noyðist man at yvirnátta eisini.

Øll árini je havi silgt í Norra, hevður man kunna valt um man vildi gjalda norska tygd ella ikki.

Øll tey fyrstu árini kundi man ikki draga hana frá skattinum heima, so tað bleiv sum ein eyka skattur, hon er í dag 8,2%, so tað er nógvir peningur.

So fyri nøkrum árum síðan bleiv tann lógin broytt, minnist tó ikki árstal, og tað er sera gott tí tá kundi man draga frá og byrja at gjalda.

Gjaldir man til norsk folketrygd, er man so nógv betri stillaður um man gerst sjúkur ellla skaddur, og tí vilja vit sjálvandi tað.

Tað verður sagt at frádragi skal burtur tí tað ikki er loyvt at gjalda sosiala trygd í tveimum londum, men tað er stórur munur á upphæddini at gjalda heilsutrygd+samhaldsfast í mun til norsk folketrygd sum er 8,2%.

Havi ikki drúgva skúlagongd, tað bókliga havi je ongantíð tíma, ein grund til man er fiskimaður, men tá tað koyrir sovorið hets ímóti sjómonnum, so kann je ikki bara lata tað fara framm við.

VH. Einar M Hammer
Formaður í FFU (føroyskir fiskimenn uttanlands)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo