Minst 50 sivil russisk før sum trolarar, farmaskip, granskingarskip og játtir kunnu verða brúkt av russiskari fregnartænastu til njósning í Noreg.
Tað vísir eitt projekt sum NRK hevur verið við í.
Danmarks Radio skrivaði mánadagin, at russisku njósnaraskipini fyrireika eina møguliga sabotasju móti havvindmyllum, gassleiðingum og streymkaðalum í Noreg, Danmark, Finnlandi og Svøríki.
Prosjektið hevur ført til eina dokumentarrøð við heitinum «Skyggekrigen: Putins spioner i Norden».
KVF skrivar í morgun: Eitt russiskt fiskiskip, sum er undir illgruna fyri at fremja njósnaravirksemi, liggur í hesi løtu við bryggju í Havn.
Talan er um trolaran, Lira.
Trolarin kom á Havnina mánadagin, júst sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Troels Lund Poulsen, danski verjumálaráðin, sótu á fundi í Tinganesi fáar metrar burturi.
Og tað eru fleiri russisk fiskiskip, sum eftir øllum at døma fremja njósnaravirksemi í norskum øki. Tað er niðurstøðan í nýggjari heimildarsending, sum stóru norðurlendsku sjónvarpsstøðirnar, DR, NRK, SVT og YLE hava gjørt í felag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo