Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú, skyldmaður min, W.U. Hammershaimb fylti 204 ár tann 25. mars, er ógvuliga hóskandi at minna tað  gorrandi liðið av søgugrunnum  nationalistum á, hvussu vakurt og takksamt hann umrøddi Danmark og danskarar á.einum móðurmálsfundi í Kjøpinhavn, stutt áðrenn hann doyði.

Har vóru sjálvandi nakrir hvessingar, sum royndu at spilla Danmark út, men tá tók Hammershaimb hvassliga til orða aftur ímóti.

Hann fortaldi ógvuliga rørdur um, hvussu einastandandi hjalpsamir danskir statsmyndugleikar høvdu verið við alskyns stuðuli til hansara, bæði økonomiskum og praktiskum stuðuli, m.a. til ferðing.

Uttan ta hjálpina segði hann, at tað aldrin hevði borið til  at fingið skrivtmálið gjørt.

Hann takkaði eisini fleiri øðrum donskum stovnum, sum høvdu fíggjað  hansara arbeiði við Antologiini, meðan hann sat í Lyderslev á Stevns og arbeiddi langt út á næturnar.

Hann var heiðurligur, takksamur og so stórbærur, at hann hjartaliga takkaði Danmark og donskum intellektuellum heiðursmonnum fyri alt.

TAÐ var ein maður, sum hevði stil og kultur!

Men tá ið hann fylti 200 ár, vóru teir ovurnationalu skræðugákarnir í Landsins stjórn ikki so frægir, at teir sendu ein boðfret úr sini  finu og dýru Kjøpinhavnar-stovu oman til  grøvina hjá Wencelaus í Lyderslev við eini bukett av rósum og skrivligari kvøðu.

Tað var ótrúliga ússaligt og ein ógvuliga stór national skomm!

Men ta sonnu i søguna um tann takksama Wencelaus Ulricus og skrivtmálið eru føroyskir skeiklandi søgusmiðir for feikir til at fortelja.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo