Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skarv: Fríggjakvøldið verður fyrsta fótbóltsuppgerðin úr Betri Deild at síggja á Skarv, føroyska spæli- og skeinkistaðnum í Keypmannahavn.

Havnar Bóltfelag eigur heimadystin í Gundadali, tá føroyameistararnir úr Klaksvík, KÍ, vitja høvðusstaðin. Dysturin millum HB og KÍ fer óivað at hoyrast um alla Havnina og kann gerast ársins dystur í føroyskum liðfótbólti. KÍ er fimm stig frammanfyri HB og hevur spælt ein dyst færri. HB eigur flest FM-heiti og bæði feløgini eru stovnað í 1904.

– Timingin er sera góð til hendan spennandi útsetta dystin bæði í Gundadali og á Skarv, tí flest hava frí um vikuskiftið, fortelur promotarin á Skarv, sum hevur fingið stuðul úr Føroyum, m.a. fótbóltstroyggjur at pynta veggirnar á Skarv, fyribils úr HB, TB, ÍF og SÍ umframt landsliðstroyggjur bæði frá hondbólts- og fótbóltsliðunum.

Seinastu vikurnar hevur Skarv á Pilestræde 43 gjørt nógv burturúr at vísa føroyskan fótbólt – fyrst evropeiska ævintýrið hjá KÍ og síðani landsliðið í EM-undankappingini.

Oddabrakið millum HB og KÍ í Betri Deildini byrjar í kvøld kl. 19:00 danska tíð. HB hevur premieru á Skarv, og tað er 6. ferð fyri KÍ. Dyrnar lata upp kl. 18:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo