Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ólavsøkutelving á Finsen millum havnarmenn og klaksvíkingar. Myndin er frá 2021.

Ólavsøkutelving á Finsen millum havnarmenn og klaksvíkingar. Myndin er frá 2021.

Ólavsøkutelving á Finsen millum havnarmenn og klaksvíkingar. Myndin er frá 2021.

Havnar Telvingarfelag: Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan á tíggju borðum millum Havnar telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag var sum vant í hølum Havnar Telvingarfelags ovast á Finsen eftir kappróðurin í gjár.

Hesaferð vunnu havnarmenn. Úrslitið var 6½ - 3½.

Á tíggju borðum hava Havnin og Klaksvík sterkastu liðini í landinum. Sandavágs Talvfelag er í ár føroyameistari í liðtelving, men í landskappingini verður telvað á fýra borðum.

Siðvenjan við hesum ólavsøkudystum byrjaði einaferð í 90-unum, men datt seinni niðurfyri aftur. Fyrraárið tóku teir táttin upp aftur. Tá vann Havnar Telvingarfelag, men í fjør vunnu klaksvíkingar.

Havnar Telvingarfelag - Klaksvíkar Talvfelag 6½ - 3½
1. Flóvin Tór Næs - Ólavur Simonsen 1 - 0
2. Rógvi W. Rasmussen - Eyðun Nolsøe ½ - ½
3. Luitjen A. Apol - Steintór Rasmussen 1 - 0
4. Sjúrður Thorsteinsson - Haldur Suni Johansen ½ - ½
5. Hjalti Toftum Jógvansson - Wille Olsen 1 - 0
6. Herluf Hansen - Ingolf Gaard ½ - ½
7. Rógvi Mortensen - Heðin Gregersen 0 - 1
8. Margar Berg - Janus Skaale 0 - 1
9. Óli Joensen - Tummas Martin Sólsker 1 - 0
10. Jógvan Joensen - Bogi Hansen Eliasen 1 - 0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo