Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Havnar Telvingarfelag vann ein knúsandi sigur í toppdystinum móti føroyameistarunum úr Sandavágs Talvfelag í fimta umfari í dag. Úrslitið var 3½-½. Sigurin ber í sær, at rættur spenningur nú er kyknaður upp millum oddaliðini í 1. deild um meistaraheitið.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska fekk revansju móti Høgna Egilstoft Nielsen á 1. borði. Í gjár telvaðu teir finaluumdyst í FM í kviktalvi, og eitt sindur óvæntað vann Høgni. Men í dag telvaði Helgi ógvuliga sannførandi og vann við rættari stórmeistaratelving. Hetta man vera fyrsti ósigurin hjá Høgna Egilstoft Nielsen í landskappingini í nøkur ár.

Havnar Telvingarfelag hevði mannað seg við síni sterkastu manning í dag. Martin Poulsen og Olaf Berg styrktu munandi um havnarliðið. Martin, ið siglur sum maskinmeistari, var heimkomin, og Olaf, sum er nógv bundin av vikuskiftisarbeiði undir Tangafirði, hevði eisini gjørt seg leysan til dystin í dag. 

Martin Poulsen var ógvuliga væl upplagdur og vann í stórum stíli á Rógva Egilstoft Nielsen á 2. borði. Á triðja borði kom tað til eitt drúgt og rokmikið talv millum Olaf Berg og Silas Eyðsteinsson. Silas stóð væl, helst betur, men Olaf var kringur í miðspælinum og serliga í endaspælinum, og kláraði við fínum teknikki undir lemjandi tíðartrýsti at navigera seg sigrandi á mál.

Tann einasti, sum stóð royndina hjá føroyameistarunum í dag, var veteranurin Torkil Nielsen. Sjúrður Thorsteinsson hevði fyrimunin í endatalvinum, men Torkil vardi seg væl og manniliga og fekk talvið javnt.

Vágamenn hava verið heilt suverenir higartil í ár, og høvdu vunnið seg hálvtfjórða stig framum argasta kappingarneytan fyri tann fyrra av teimum báðum innanhýsis dystunum millum favorittarnar í dag. Eftir dagsins toppdyst er munurin tódnaður niður í eitt hálvt stig. 

Havnin - Sandavágur 3½ - ½
Helgi Dam Ziska 2533 - Høgni Egilstoft Nielsen 2413 1 - 0
Martin Poulsen 2266 - Rógvi Egilstoft Nielsen 2382 1 - 0 Olaf Berg 2225 - Silas Eyðsteinsson 2040 1 - 0 Sjúrður Thorsteinsson 2131 - Torkil Nielsen 2145 ½ - ½

Klaksvíkingar hanga í
Eins og undanfarnu árini tykist FM-kappingin fyri lið aftur í ár at vera ein dystur millum Sandavág og Havnina. Einki av hinum feløgunum er ment at standa vágamonnum og havnarmonnum kurl.
Klaksvíkar Talvfelag er eins og undanfarin ár aftur á triðja plássi. Í dag vunnu klaksvíkingar 3-1 á B-liðnum hjá Havnini. Steintór Rasmussen og Terji Petersen vunnu á ávikavist Rógva Mortensen og Herluf Hansen á 2.- og 3 borði. Millum Ólav Simonsen og Luitjen Akselson Apol á 1. borði og Rana Baldursson og Suna Merkistein á 4. borði endaði tað javnt.

Javnt millum Vestmanna og Kollafjørð
Triði dysturin í 1. deild í dag millum vestmenningar og kollfirðingar endaði javnur 2-2. Á 1. borði vann kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen á Jákup á Rógvu Andreasen. Á øðrum borði var øvugt; har vann vestmenningurin Samson Højgaard á Kára Petersen. 
Á aftaru borðunum var remis. Vestmenningurin John Jacobsen var á 3. borði móti Heiðriki Jacobsen, sum er farin úr Havnar Telvingarfelag til Kollafjarðar Talvfelag, og á 4. borði telvaðu Hanus Joensen og Rói Holgarson eisini remis. 
Tríggir fyrrverandi føroyameistarar vóru í hesum dystinum - Hanus Joensen (1977), John Jacobsen (1978) og Hans Kristian Simonsen (2002).

Havnin og Toftir
Í hinum deildunum gongur eisini lívliga fyri seg. Har vóru dystirnir í fimta umfari eisini telvaðir í dag. 
Í 2. deild er Havnar Telvingarfelag á odda. Havnarliðið við Andrias Ziska (føroyameistari 1983) á odda gjørdi bart í dag við 4-0 sigri á kollfirðingum. Sama gjørdu klaksvíkingar móti runavíkingum. Havnin og Klaksvík eru fremst í 2. deild.
Í 3. deild eru toftamenn stinnastir. Oddamaður hjá teimum er fleirfaldi føroyameistarin Jens Chr. Hansen. Vert er eisini at nevna, at superveteranurin Jústines Hansen, sum man tátta í tey níti, hevur eisini verið uppi í hjá toftamonnum í vetur - og vunnið!

Úrslitini í fimta umfari í dag:

1.deild Havnin-Sandavágur 3½-½ Vestmanna-Kollafjørður 2-2 Havnin B-Klaksvík 1-3
Støðan í 1.deild Sandavágur 15½ Havnin 15 Klaksvík 10½ Havnin B 7 Kollafjørður 4½ Vestmanna 3½

2.deild Havnin-Kollafjørður 4-0 Klaksvík-Gøta 4-0 Runavík-Sandavágur 2-2
Støðan í 2.deild Havnin 14 Klaksvík 12½ Runavík 10 Kollafjørður 9½ Sandavágur 9 Gøta 5

3.deild Vestmanna-Toftir 0-4 Sandavágur-Havnin 1½-2½ Runavík-Klaksvík 0-4 Rókur-Havnin B 3½-½ Sandavágur B-Kollafjørður 3½-½

Støðan í 3.deild Toftir 17½ Klaksvík 13 Havnin 12 Kollafjørður 10½ Sandavágur 10 Rókur 9½ Runavík 8 Sandavágur B 7 Kollafjørður B 5½ Vestmanna 5 Havnin B 2

Landskappingin í talvi er nú hálvrunnin. Sætta umfar verður eftir nýggjár. Kappingin endar 21. mars, tá tíggjunda og seinasta umfar er í øllum deildum.

Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com. Har ber eisini til at síggja øll talvini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo