Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

eitur Matras Gestsson og hini í HB vunnu tilsamans 8 gull heiðursmerki í ár - Mynd: Bjarni Enghamar

eitur Matras Gestsson og hini í HB vunnu tilsamans 8 gull heiðursmerki í ár - Mynd: Bjarni Enghamar

eitur Matras Gestsson og hini í HB vunnu tilsamans 8 gull heiðursmerki í ár - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Leygarkvøldið 4. november var finalan um Løgmanssteypið millum B68 og HB spæld á Tórsvølli, og við einum tryggum skoti í brotssparkskappingini, eftir at tað framvegis stóð á jøvnum aftaná vanliga leiktíð og umdyst, setti Hanus Sørensen úr HB endaligt punktum fyri kappingarárinum 2023.

Við brotssparkinum syrgdi Hanus Sørensen samstundis fyri, at Havnar Bóltfelag vann sítt áttanda gull heiðursmerki í ár. Samanlagt vunnu teir reyð-svørtu úr Gundadali átta gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsukrónur.

Nummar 2 í samlaða yvirlitinum gjørdist B36 við tveimum gull, fimm silvur og tveimum bronsu, meðan KÍ endaði á 3. plássi samanlagt við tveimum gull, fýra silvur og einari bronsu.

Meðan fyrr nevndu feløg vunnu fleiri gull, so gjørdi NSÍ eisini eitt gott hál í medaljustríðnum. Tilsamans vunnu vespurnar 8 heiðursmerki í ár – eina gull, fýra silvur og tríggjar bronsu.

Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri lands- og steypakappingarnar 2023 hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum sæst H E R

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo