Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Løgrtingið hevur góðkent tilgongdina, tí er tað ikki brot á lógina um ábyrgd landsstýrsmanna, sigur advokaturin, Eyðbjørn Larsen,  hjá Jacob Vestergaard í hoyringssvarinum.

Advokaturin skrivar millum annað í endanum á hoyringssvarinum:

- Samanumtikið skal verða víst á, at tá eingin formlig lóg er brotin, ber sum meginregla ikki til at koma undir ábyrgd ella ábyrgd landsstýrismanna, § 5, stk. 1.

- Møguligt brot á óskrivaðu meginreglurnar um góðan fyrisitingarsið, í hesum føri við at steðga á við viðgerð av nøkrum umsóknum tí lóggávan skuldi broytast, er ikki slíkt, at sigast kann, at talan er um álvarslig viðurskifti, sum ein landsstýrismaður kann revsast fyri, við tað at hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks skyldurnar, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya, sambært lóggávuni ella sambært starvsinnihaldi hansara.

- Kanningarstjórin hevur í hesum sambandi hvørki víst á, hvussu møgulig brot á góðan fyrisitingarsið kunnu sammetast við brot á lóggávuna, ella hvussu brot á góðan fyrisitingarsið í ítøkiliga førinum kann sammetast við at skúgva til viks tær skyldur, sum liggja á landsstýrismanninum sambært starvsinnihaldi hansara. Víst verður eisini til brotið niðast á s. 3 í hesum skrivi um sama.

- Í framhaldi av omanfyri standandi verður mælt til, at tann parturin av frágreiðingini, sum er um metingar um brot á góðan fyrisitingarsið, verður broyttur, og at atlit verður tikið til tey serligu viðurskiftini, sum gera seg galdandi í virkisøkinum ímillum politikk og løgfrøði, og har løgtingið eftirfylgjandi hevur góðkent mannagongdina við at broyta sjófeingislógina 18. desember 2020.

- Í framhaldi av hesum eigur parturin um brot á § 5, stk. 1, í lógini um landsstýrismanna og um kritikk til landsstýrismannin at verða umorðaður soleiðis, at tað ikki verður staðfest nakað brot á § 5, stk. 1, og at kritikkviðmerkingarnar annars verða tiknar úr frágreiðing kanningarstjórans.

Les alt hoyringssvarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo