Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Herviligur turkur hóttir heilsuna hjá nógvum fólkum í Uruguay, har støðan hevur staðið við og vernað í trý ár.

The Guardian skrivar, at nærum helvtin av teimum 3,5 milliónir íbúgvunum í landinum ikki hava reint vatn, og tað hóttir heilsuna hjá fleiri, eitt nú børnunum.

Myndugleikarnir hava seinastu tíðina roynt at funnið loysnir, eitt nú at blanda viðgjørdan sjógv uppí, men tað hevur gjørt, at innihaldið av evnum sum natrium og klorid er farið langt uppum tað sum WHO metir ráðiligt.

Myndugleikarnir halda fast við, at hjá teimum flestu er ikki vandamikið at drekka vatnið, men børn og veik eiga at fáa annað vatn at drekka enn tað sum kemur úr krananum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo