Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Håkan Ericson hevur sett sítt fyrsta føroyska landslið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Håkan Ericson hevur sett sítt fyrsta føroyska landslið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Håkan Ericson hevur sett sítt fyrsta føroyska landslið - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Umsíðir fáa Håkan Ericson og Eli Hentze møguleikan at senda føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin, nú hol verður sett á eina nýggja UEFA Nations League kapping.

Fyrsta mótstøðuliðið hjá nýggja venjaraparinum er Malta, og fyrireikingarnar hava gingið væl. Hópurin samlaðist mánadagin, og síðan hava fýra venjingar verið á skránni, umframt fundir.

Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Håkan og Eli senda á vøllin frá byrjan ímóti maltesum.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Viljormur Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal og Jóannes Kalsø Danielsen. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen og liðskiparin, Hallur Hansson. Framrættaðir miðvallarar vera Meinhard Egilsson Olsen og Jóannes Bjartalíð, og framsti maður verður Klæmint Andrasson Olsen.

Eykaspælarar: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Odmar Færø, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Andras Lava Olsen, Patrik Johannesen og Jákup Biskopstø Andreasen.

UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Malta byrjar klokkan 19:45.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo