Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Klokkan 14 í dag fer føroyska U21-landsliðið á vøllin at stríðast við grikkar - Mynd: Terji Nielsen

Klokkan 14 í dag fer føroyska U21-landsliðið á vøllin at stríðast við grikkar - Mynd: Terji Nielsen

Klokkan 14 í dag fer føroyska U21-landsliðið á vøllin at stríðast við grikkar - Mynd: Terji Nielsen

FSF: Fyri níggju árum síðani syrgdi føroyska manslandsliðið fyri, at Føroyar enn einaferð kom á fótbóltsliga heimskortið, eftir ein góðan 1-0 sigur á útivølli móti Grikkalandi. Málskjúttin ta ferðina var Jóan Símun Edmundsson.

Og nú vit skriva 2023, og júst níggju ár og tveir dag eftir minniliga sigurin á Karaiskakis leikvøllinum í Piraeus, skal U21-landsliðið royna seg á útivølli móti grikkum. Hesaferð verður dysturin spældur á Theodoros Kolokotronis stadion í Tripoli.

Eyðun Klakstein er venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, og saman við hjálparvenjaranum og einum av hetjunum fyri níggju árum síðani, Atla Gregersen, hevur hann nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti grikkum.

Ari Petersen verður í mál, og útispælarar vera Signar á Brúnni, Áki Johannesen, Børge Petersen, Elias Rusborg, Ási Dam, Áki Samuelsen, Noah Hans Mneney, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen.

Á bonkinum sita Rasmus Nilsson, Bergur Poulsen, Martin Agnarsson, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Heini Fossdalsá Sørensen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner, Gutti Dahl-Olsen og Poul Kallsberg.

U21 EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14:00, sum er klokkan 16:00 lokala tíð í Grikkalandi, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo