Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólk í Hesti hava lógarásettan rætt til nøktandi samband á Hestleiðini. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Lógin um fólka- og farmaflutning staðfestir: “§ Landið hevur skyldu til at skipa fyri: 1) nøktandi sjóvegis fólkaflutningi.”

Tað skal bera til at búgva í Hesti og arbeiða aðrastaðni. Hestsfólk hava rætt at sleppa aftur og fram hvønn dag. Hestsfólk hava rætt at fáa vøru og farm aftur og fram. Hestsfólk hava eisini rætt at fáa bilin aftur og fram.

Meðan samferðslan verður betri í flestu økjum í Føroyum, so er hetta ikki galdandi fyri farleiðina út í Hest.

Samstundis, sum eg fegnist um, at Sandoyartunnilin letur upp, so harmist eg um, at farleiðin út í Hest er við sviðið soð.

Komandi tíðina skal Jósup røkja farleiðina út, sigur stjórin á Strandferðsluni í miðlunum um vikuskiftið. Men Jósup tekur ikki bilar, hann tekur heldur ikki størri farm, og tað kann verða torført hjá fólki, ið hava rørslutarn, at sleppa umborð.

Strandferðslan má liva upp til lógarásettu skyldur sínar. Eisini, tá talan er um farleiðina millum Hest og Gomlurætt.

Hestsfólk hava rætt til trygt og gott ferðasamband.

Heðin Mortensen,
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo