Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vit hugsa ikki nógv um teir, teir eru bara har. Men fyri hetlendingar eru Føroyar eitt undangonguland, ikki minst tá tað kemur til undirsjóvartunlarnar.

Júst afturkomnir av kunningarferð í Føroyum eru hetlendingarnir týðuliga hugtiknir.

Við Shetland News sigur Alice Mathewson, sum stendur á odda fyri eini nevnd í Hetlandi sum vil fremja fleiri tunnilsverkætlanir, at tað er sera virðismikið fyri hetlendingar at sleppa framat vitan og royndum sum føroyingar hava gjørt sær seinastu 60 árini.

- Serliga var tað áhugavert at uppliva Sandoyartunnilin. Tað er týðuligt at tað eru fleiri fyrimunir enn vansar við slíkum tunlum, sigur Alice Mathewson.

- Tað er týðuligt, at hesin tunnilin fer at hava alstóran týdning fyri samfelagið í Sadoynni, og tað er ikki sørt, at vit eru eitt sindur øvundsjúk, sigur hon við miðilin.

Hetlendingar arbeiða við eini ætlan, sum inniber fýra tunlar: Frá høvuðsoynni til Yell og síðani víðari til Unst, og ein og frá høvuðsoynni til Whalsey og Bressay.

Hetlendingar síggja seg ikki førar at fara víðari við ætlanunum uttan við hjálp frá Skotlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo