Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá eldraøkið blívur til fyri politikarar og fakfeløg!

Hetta er yvirskriftin í lesarabrævið frá Bergun Kass. 

Greinin byrjar við, “Vit hoyra um samstarvið millum politikara og fakfelagsforkvinnu”

Tað eru politikarar sum seta í gildi skipanir og sum kunnu broyta tær aftur. Samtykkja mál sum hava við viðurskiftini hjá heilsuhjálparum og hjálparfólkum. Og um mann sum fakfelag ikki kann venda sær til politikararnar, ber einki til! 

Síðani kemur Bergun við einari remsu um hvat heimahjálparin skal taka sær av í arbeiðinum. 

Samstundis ger hon seg klóka uppá, hvussu fakfelagið skal arbeiða. 

Víðari skrivar hon, “Vit skulu ikki laga eldraøkið eftir tørvinum hjá politikarum og fakfelagi at markera seg, men eftir tørvinum hjá tí eldra fólkinum á lívsdygd.”

Eg kann fortelja Bergun, at tann týdningarmesta uppgávan hjá einum fakfelag, er at arbeiða fyri sínar limir, so teir hava góð arbeiðskor og at lurta eftir teimum í eygnahædd.

Tá eitt fakfelag arbeiðir fyri sínar limir, verða tey ákærd fyri at markera og profilera seg. Hatta sigur meira um avsendaran, hugsi eg. 

Orsøkin til at eg vendi mær til Anniku Olsen og Kristiannu Winther Poulsen er, at tær sita í Eldranevndini. 

Hetta er ikki fyrstu ferð ið frú Kass leggur eftir mær og neyvan seinastu ferð. 

Hon hevur brigslað mær um staðsetingina av Heilsuskúlanum, hóast tað var ein Eysturoyingur ið staðsetti skúlan í Suðuroynni. 

Røktararbeiðið hevur flutt seg nógv hesu seinastu nógvu árini. Tørvurin er ein heilt annar, í og við at fólk liva longri og hava hartil nógvar kompleksar sjúkur.  Sjúkrahúsini  útskriva sjúklingin skjótari og flytir viðgerðin út í primera geiran. 

Reingerðvarð tikið úr arbeiðinum á eldraøkinum fyri 15 árum síðani. 

Vit siga ikki nei til at okkara gomlu skulu fáa reingerð, tí tað er sera týdningarmikið, fyri at varðveita góða heilsu. Eitt reingerðarfirma hevur tikið sær av reingerðini, men nú er tann tænastan vorðin ov dýr og tískil endaði málið hjá Eldranevndini at taka støðu til.

Málið er endað aftur í nevnd, til nýggja viðgerð og tað eru vit í Heilsuhjálparafelagnum takksom fyri. 

Eg fari við loyvi, at endurgeva eitt brot frá fb frá Tórhild Eysteinsdóttir Dalsgaard sjúkrarøktarfrøðingi:

“Áh sikken ein virđiligur dialogur. Tosa viđ borgaran viđ høvdinum niđurboygt yvir eina spann? Ella sveittandi skúra eina kummu?

Hví so ikki heldur kempa fyri einari betri løtu, har tađ bleiv møguligt at spasera ein túr, baka eina kaku, leggja eina kabal, lesa upp tíđindir, fótabađ, klippa og reinsa negl, samstundis sum tit gjørdu brúk av at eygleiđa borgaran fyri einsemi, depressión, angist, demens, vætu í beininum, ernæring ella annađ sum vakti undran og kravdi eina vitjan av sjúkrarøkrarfrøðingi? 

At síggja prát kombinera viđ reingerđ, sum er so pressað  saman, at tú skal náa eina rúgvu uppá onga tíđ,  sum nakađ hálovað, har tann eldri borgarin skal renna aftaná tær, fyri at hoyra títt svar, ella tú má ýla inni frá vesinum, tí borgarin situr inni í stovuni og fær illani gingiđ, tađ ger meg rættiliga ørkymlađa!

Eru tit veruliga ikki komin longur í tykkara hugsan um framtíđar heilsuhjálp?

Hatta tit koma fram viđ er ein foroldađur arbeiđsháttur  frá 70-80'inum.

Eg minnist heimahjálpina sum kom inn til ommu mína, flentu og tvætlađu, gjørdu reint međan omman sat á bonkinum og prátađi viđ. Har var ongin sum tók tíđ, og stýrdi tær so tætt sum nú. Har gekk man ikki so nógv upp í yvirtíđ, og um man náddi alt sum man skuldi uppá tađ tíđ sum varð visiterað. Har vóru uppgávurnar og krøvini langt frá tí tađ er í dag. Tann tíđin er farin, krøvini eru alvorliga nógv broytt, uppgávurnar hava flutt seg, og ábyrgdin er ein heilt onnur!

Eg vil uppfordra Heilsuhjálparafelag Føroya til at samanseta nakrar myndatalvur(plancher), sum vísa á heimahjálp í 70-80'inum og heilsuhjálp í 2024!

Opinbart virkar tađ til sum onkur av tykkum ikki hava flutt tykkum frá fyrr til nú..”. 

Citat endað!

Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo