Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er alt annað enn nøktandi, sum wc viðurskiftini eru við Gjógv, har sera nógv fólk, bæði føroyingar og útlendingar, koma hvønn dag summarhálvuna.

Á facebook geva føroyskir ferðaleiðarar ilt av sær og siga, at teir ikki longur tora at vísa fólki til vesini.

- Hetta hevur verið skilið í alt summar og tað er beinleiðis skomm og ein verður illa við av at vísa gestunum slíka óhumsku, sum onkur teirra sigur. Hetta kann mann ikki bjóða fólki.

Hjá Sunda kommunu kenna tey til trupulleikan, sum partvís hongur saman við, at tað hevur verið eitt skifti í starvsfólkahópinum, og tað er tí ikki komið heilt uppá pláss, hvør hevur ábyrgdina av at halda vesini rein.

- Har vitja sera nógv fólk, so tá tað er gjørt reint, so blívir skjótt skitið aftur, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri. Hann sigur, at kommunan ikki roynir at skáka sær undan ábyrgdini, men tað hevur verið lættari sagt enn gjørt at finna eina munadygga loysn.

- Men hetta hevur verið skilið í alt summar, siga fleiri ferðaleiðarar sum koma har javnan við fólki.

- Ja, eg veit. Men tað skal sigast, at ein partur av trupulleikanum er,  at fólk sum hava gingið í haganum hava vaskað sær skógvarnar inni á vesinum áðrenn tey fara aftur í bilin ella bussin. Men til at hjálpa uppá tað, hava vit nú sett eina vatnslangu upp uttanfyri, so tey kunnu gera tað har, sigur Jógvan Kruse.

Hann sigur, at tað er eitt sindur trupult at koma við eini munadyggari loysn á trupulleikanum mitt í feriutíðini, men kommunan er greið yvir trupulleikan og raðfestir hann høgt.

Í ferðavinnuætlanini hjá Sunda kommunu verður nevnt, at tað hevur stóran týdning fyri menning av vinnuni, at slíkt sum vesi og ruskíløt er í lagi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo