Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er sjón fyri søgn, at náttúran er skjót at fóta sær aftur.

Eftir at byrgingin hjá SEV í Heygadali í Vestmanna hevur verið at kalla tóm í alt summar er dalurin aftur vorðin grønur.

Í Heygadali er ein av fýra byrgingum hjá SEV í Vestmanna. Saman við byrgingunum í Fonsdali, Lómundaroyri og á Mýrunum hevur lendið ligið undir vatni síðani einaferð í fimmti árunum, tá byrgingarnar vórðu bygdar, burtursæð frá onkrum stuttum tíðarskeiði tá ymiskt viðlíkahald hevur verið gjørt.

Men í summar er lúka sett í byrgingina í Heygadali, so hon kann tømast skjótt, skuldi tað verið neyðugt. Og í tí sambandi hevur byrgingin verið tóm, og dalurin allur, sum áður var grønur, er aftur komin til sín rætt.

So leingi tað varir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo