Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

MEGD: Allan juni mánað 2020 eru øll vælkomin at vísa MEGD á atkomuligar matstovur í Føroyum. Við hesum ynskir MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll.

Tey fýra atlitini, ið tikin verða, eru:

• Góð atkoma – likamlig atkoma inn í matstovuna og inni í matstovuni t.d. til sjálvtøkuborð, matskrá og at gjalda

• Vesi – er vesi atkomuligt, rúmligt og brúkiligt hjá øllum

• Ovurviðkvæmis vinarligur matur – eru tilboð til tey, ið hava cøliaki, laktosuallergi o.l.

• Parkering – eru góð parkeringsviðurskifti og handikapparkeringspláss so nær sum gjørligt

Fyri at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við í øllum lívsins viðurskiftum, skulu hóskandi tiltøk setast í verk. M.a. so, at fólk, ið bera brek, sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi.

Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll. Tað er Loyvisnevndin, sum samskipar umsóknir um og útskrivar endaligt loyvi til matstovuvirksemi. Kommunurnar góðkenna, í tráð við Bygningskunngerð 2017, um bygningurin er egnaður til endamálið.

Ein bólkur er settur, sum saman við starvsnevndini hjá MEGD, metir um innkomnu uppskotini. 1. juli verða atkomuligu matstovurnar kunngjørdar, og tá fáa tær eina viðurkenning fyri góða atkomu og eitt merki á høvðusdyrnar, sum vísir, at hjá teimum er atkomuligt, og at øll eru vælkomin.

Ver við og far inn á megd.fo. Har finnur tú leinki at skriva títt uppskot og grundgeving.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo