Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum
Evni: Hjálp til fíggjarliga sperd húski

Spurningar:
1. Hvussu nógv húski fingu familju- og hjálparískoyti í sambandi við inflatiónshjálpina, sum Løgtingið samtykti fyrr í ár?

2. Hvørjum loysnum arbeiðir landsstýrið við fyri at lætta um hjá fíggjarliga sperdum húskjum?

3. Er ætlanin at gera nakað við stóra bráðfeingis tørvin á fíggjarligari hjálp í løtuni?

Rentur, húsaleiga og matvøruprísir eru ógvuliga nógv hækkað og hetta merkist allastaðni.

Tað sansar veruliga at og neyðugt er at handla skjótt, so fólk kunnu fáa ein lætta í ár.

Veturin og jólini stunda til, og nógvar familjur vita ikki síni livandi ráð.

Tað er ikki dagur, at onkur ikki rópar neyðarróp í sosialu miðlunum, tí tey ikki vita síni livandi ráð.

Bankakontan er á minus, mánaðurin er bert komin í helvt, og tey eiga ikki pening fyri mat.

Tey biðja alment um hjálp í vón um, at onkur forbarmar seg yvir tey og rættir eina hjálpandi hond.

Hjálparfelagsskapir hoyra hvønn dag frá fólki, sum ikki eiga fyri mat, og støðan er hættislig.

Fyrr í ár samtykti Løgtingið ein hjálparpakka, har øll húski – bæði barnafamiljur, fólkapensjónistar og onnur – kundu søkja um eingangsstuðul á 12.000 kr sum hjálparískoyti.

Harumframt hækkaði familjuískoytið við 750 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið í tíðarskeiðinum frá juni og restina av 2023.

Kortini mugu vit staðfesta, at tørvur framvegis er á hjálp til fíggjarliga sperd húski.

Á Løgtingi, 24. oktober 2023
Súsanna Bertholdsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo