Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað harmar meg enn, at hjálparfólkini heldur vilja stuðla pedagogum, sum arbeiða fyri "at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv", heldur enn at stuðla hjálparfólkum, ella rættari sagt, arbeiða fyri sær sjálvum, tí tað ger Pedagogfelagið ikki!

§ 2. Endamál og virki felagsins.

a) at virka fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv, hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv fyri pedagogiskari menning.

Av hesi grund, verða tað pedagogar/ Pedagogfelagið, sum skal samráðast fyri meg!

Tað er IKKI í ordan!

Um hjálparfólkini stóðu saman, so kundu vit til hesar samráðingar vunnið okkum rættindi, sum Pedagogfelagið ongantíð fer at arbeiða fyri, tí teirra arbeiði er at arbeiða fyri at fáa betri løn til fyrst og fremst pedagogar. Og tað kostar altíð, og tað gjalda hjálparfólkini fyri!

Spyr tú hvat? Jú, millum annað at fingið í sáttmálan, at definera arbeiðið hjá pedagogum og hjálparfólkum. Hvat er arbeiðið hjá pedagogum, og hvat er arbeiðið hjá hjálparfólkum. Og tá so eingin pedagogur er at gera arbeiðið, ja so skal hjálparfólkið hava nakað fyri tað eyka arbeiðið, viðkomandi ger!

Brúkið pegagogarnar har tað er mestur tørvur á teimum. Er tað í lagi, at pedagogar fáa sovandi náttavaktir, og hjálparfólkini koma inn um morgunin at taka sær av ofta tungum brúkarum?

Skal pedagogurin ikki vera til arbeiðis, tá brúkarin er vakin? Tosa um virðing - er tað at virða sítt arbeiði, at velja tað lætta og lata hjálparfólkini taka tað tunga arbeiðið. Meðan pedagogurin svevur, hjálpir hann ongum!

Hjálparfólk eiga at kunna fáa eitt x-antal krónur á tímalønina, tá vit hava verið til ymisk skeið, sum vit gera brúk av í arbeiðstíðini! Fáa vit ikki tað, so eiga hjálparfólk at siga nei! Arbeiðið kunnu hjálparfólkini biða pedagogarnar gera, tí tey/teir fáa løn fyri tað!

Hjálparfólk eiga at fáa fyri tað arbeiði tey gera, tá pedagogar ikki eru at gera tað!

Hjálparfólk eiga at fáa fyri áramál. Tá hjálparfólk hevur verið í arbeiði í lat okkum siga 4 ár, og viðkomandi enn er áhugað/ur í at arbeiða og halda stovnum opnum, tá eiga kommunur at kunna løna hesum hjálparfólkum við eini viðbót, og soleiðis kundi tað vakt ein huga at halda á í arbeiðnum! Tað eru ótrúliga nógv hjálparfólk, sum hava arbeitt 10, 20 og 30+ ár, men eingin fær eitt oyra fyri tað eyka arbeiðið, vit gera!

Lat okkum heldur taka saman hendur og sjálvi taka tær avgerðir, sum hava við hjálparfólk at gera! Lat okkum saman fara í samráð við kommunur um at fáa nakað eyka til hjálparfólk.

Eg ivist ikki í, at tær eru áhugaðar.

Um vit stóðu saman, so høvdiu vit í morgin fingið eina byrjan til eina nógv betri framtíð fyri øll hjálparfólk, tað er heilt víst!

Um vit ikki standa saman, so fáa vit einki!

Laila, hjálparfólk á 14. ári
https://hjalparfolkafelagid.fo/limatekning/

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo