Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Norðmaðurin Magnus Carlsen er, sambært altjóða styrkilistanum, heimsins besti telvari við styrkitalinum 2830.

Honum á baki er amerikanarin Fabiano Caruana (2803).

Carlsen var heimsmeistari frá 2013 til 2023, tá hann boðaði altjóða talvsamgonguni fra, at hann ikki ynskti at verja HM heitið. Tað vórðu tí nr. 1 og 2 í kandidatkappingini, russarin Ian Nepomniachtchi og kinesarin Ding Liren, sum dystaðust um HM heitið. Ding vann eftir umdyst og kviktelving.

Nú skal Ding Liren hava ein avbjóðara til HM heitið.

Síðan 2. apríl hava átta av heimsins sterkastu telvarum kappast í Toronto um rættin at møta Ding.

Í kvøld kl 19.30 settust telvararnir við borðini at telva 14. og seinasta umfarið.

Spenningurin er stórur.

Bert 17 ára gamli indarin Dommarju Gukesh er á odda við 8,5 stigum. Honum á baki koma Nakamura (USA), Caruana (USA) og russarin Nepo við 8 stigum.

Og júst hesir skulu dystast í kvøld.

Nakamura hevur hvítt móti Gukesh og Caruana hevur hvítt móti Nepo.

Gukesh hevur eitt hálvt stig meira enn kappingarneytarnir og kann við at vinna tryggja sær HM finalupláss sum 17 ára gamal!

Møguleikin er eisini fyri at tveir telvarar gerast javnir í stigum. Um so verður, verður kappingin avgjørd við sonevndum tiebreak (kviktalvum) í morgin.

Talvfjepparar kring allan heim fylgja júst nú talvgongdini í Canada.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo