Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Við 98 mió ‘partí’ limum, við líka nógvum hermonnum í búna, loyniløgreglu og SS lutfalsliga sum í Týsklandi í 1939, við Xi ‘førara’ sum diktatori fyri lívið og við 1.400 mió munnum at metta, so eigur Hoydal at føla seg sum fisk í vatni á hesi myndini.

Við 98 mió ‘partí’ limum, við líka nógvum hermonnum í búna, loyniløgreglu og SS lutfalsliga sum í Týsklandi í 1939, við Xi ‘førara’ sum diktatori fyri lívið og við 1.400 mió munnum at metta, so eigur Hoydal at føla seg sum fisk í vatni á hesi myndini.

Síðan Landstýrið tók við, og Hoydal í vinnumálum, eru partabrøvini hjá Bakkafrost (BF) fallin úr kursi 776 niður í 473.

Tað svarar til -24% ella 6,2 mia kr í virðisminking, altso -6,2 miljard kr.

Kursur á partabrøvum hækkar og lækkar eftir skiftandi umstøðum hjá felagnum, tíbetur.

BF er - sum MOWI og Hiddenfjord - væl rikin virki og lokomotiv í búskapinum. So vit vóna og biðja.

BF ávaraði sosialistiska landstýrið ímóti at ræna 300 mió kr árliga í tøkugjaldi úr felagnum.

Tað kundi kosta 300 færri arbeiðspláss á góðskingardeild felagsins síðst, vit frættu.

Um BF ikki fær nýggjar sølusáttmálar áðrenn november, sær svart út fyri góðsking og 300 starvsfólkum.

Álop landstýrisins á BF er annar lúsingurin, Hoydal gevur Eysturoynni.

Hin er rán landstýrisins av Runavíkar Havn og kommunukassa.

Nakað karvandi er Tórbjørn Jacobsen við ábyrgd av kommununi inn á partamannin.

Hví Hoydal júst vinnumál?
Ein má undrast á, hvi ein hálv-marxistur sum Hoydal skal tráa so eftir at umsita júst vinnumál.

Í fyrru samgongu umsat hann fiskivinnu so bonskt, at eingin fyritøka tordi at byggja nýggj skip.

Hann gøllhelt um sín vinnufígginda politikk ímóti 39 av 40 hoyringssvarum, hann bað um.

Øll vinnan stynjaði undir opnum og duldum uppboðsølum av fiski, sum bara kostaði vinnuni og avskeplaði hana.

Nú hevur Dennis Holm tikið fiskivinnuna og heldur fram at skerja rættindini hjá henni at virka.

Ein má tí spyrja aftur, hví hesin sosialistur er líka valdsjúkur sum Hoydal at spæla hazard við fiskivinnuni.

Hvørgin hevur skapt nakað krónuvirði til sín sjálvs ella annara at liva av.

Hoydal og Holm eru jú sosialistar og dáma tí onki, ið skapar pengar til annað enn at skatta inn og javna út til at keypa sær atkvøður fyri.

Slíkir planleggja niður yvir vinnu á sjógvi og landi fyri at nøkta sína trongd eftir at ráða øllum.

Sum excel-byrokratar hava teir eitt risa kompleks fyri vinnuligum oddvitum.

Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt?”
Navnið Hoydal og Mao-Kina vekja annars gomul minni í føroyskum politikki.

Høgni hevur kanska vitjað Xi-Jinping av sentimentalum orsøkum.

Abbin, Karsten Hoydal var landstýris- og tingmaður hjá Tjóðveldi 1963-1970.

Hann fortaldi alment, at hann hevði sungið seg ígjøgnum Kina við ‘Lítlu reyðu sangbók’ hjá Mao-TseTung.

Karsten reypaði av, hvussu deiligt og ‘javnt’ Kina var av berari maoismu.

Var hann ikki politiskur hundsváttur, hevði hann sum onnur ræðst Mao, ið var í holt við at drepa 10 mió fólk í Mentanarkollveltingini, meðan Karsten sang!

Mao hevði 10 ár fyrr dripið 45 mió kinesarar í ‘Stóra lopinum framá’, tá hann royndi at kollektivisera landbúnaðin og fremja idnaðarkollvelting 1959-62.

Ná, men ‘fedranna syndir’ kunnu vit jú ikki lasta eftirkomarar okkara fyri.

Hvør hevur nokk við sítt.

Politikkur er sum flest annað ættarbregði. Høgni Hoydal er einki undantak.

Teir ‘maoiskisku’ ættarstreingirnir krevja sítt.

Blandað signal til Putin og Zelensky
Høgni vitjar drápsmenn, handils-, valuta-, gjaldoyra- og pengasvikarar í Peking.

Prátaðu teir um COVID-19, sum Xi-Kina uppfann til at drepa 15 mió fólk kring heim?

Samgongan er ósamd um at sleppa føroyska sáttmálanum við Noreg og Rusland í Barentshavinum.

Hví ikki gera sum Noreg, ið letur sín sáttmála rulla eitt ár í senn uttan samráðing?

Sjúrður Skaale er púra villur eftir at fella Putin og Rusland.

Bjørt Samuelsen (‘fínt skal tað vera’) hevur fingið seg sjálva og Zelenski sum vangamynd á FB.

Tann skinklandi Aksel løgmaður liggur sum millum hamar og ambolt.

Vit bíða eftir, hvussu Høgna gongst at selja meiri føroyskan fisk í Kina.

Ikki fyri landstýrisins skyld, men fyri føroyska fiski- og alivinnu vóna vit tað besta.

Hin vegin, um kinesarar tjena pening av Føroyum, verður hann sendur Putin til at berja Ukraina niður.

Kina stuðlar eisini Iran, Hamas og Hezbollah til at beina fyri demokratiska Ísrael.

Kina hevur hertikið og myrkalagt Hong Kong. Næst verður demokratiska Taiwan.

Haldið tátt alment
Um 300 miljóna stuldurin úr kassanum hjá BF er atvoldin til kurstapið í partabrøvum, átti samvitskan hjá okkara ný-Maoisti Hoydal at verið kolsvørt.

Tað ringasta er almenna ósemjan í samgonguni um russarasáttmálan.

Høvdu samgongufólk hildið tátt alment, høvdu tit lopið minni øði í Putin.

Kanska er skaðin longu hendur, men eingin í samgongu ella landstýri tekur ábyrgdina.

Okkara fiskimenn eystanfyri og á Føroya-leiðini eru rukkur í politiskum hasardspæli í Tinganesi.

Fiskimenn og alarar eru líka nógv gíslar hjá Tinganesi, sum gíslarnir hjá Hamas.

Hugsa sær til, at politikarar í samgonguni uttan persónliga ábyrgd váða nýggj skip hjá okkara fiskimonnum fyri 100-tals miljónir hvørt.

Ingilín sparir CO2 í Barentshavinum, meðan hennara og Høgnasa kinesarar opna eitt nýtt mega, nei, giga kolorkuverk um vikuna og eiga 32% av heimsins útláti.

Tit bera tykkum at sum hálvbýtt.

‘Skattalættin’ verður helst líka búskaparliga darvandi sum fiskivinnu- og alipolitikkurin.

Tey, sum hava goldið lítið, gjalda minni. Tey, sum hava goldið nógv, gjalda meiri.

Øll fáa hug til at arbeiða minni og stytri ella arbeiða svart.

‘Maoisma ‘lite’ leingi livi.

Óli Breckmann

Við 98 mió ‘partí’ limum, við líka nógvum hermonnum í búna, loyniløgreglu og SS lutfalsliga sum í Týsklandi í 1939, við Xi ‘førara’ sum diktatori fyri lívið og við 1.400 mió munnum at metta, so eigur Hoydal at føla seg sum fisk í vatni á hesi myndini.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo