Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kleyvarskapur, ódugnaskapur, arrogant framførsla av landsstýrismanninum Høgna Hoydal, hevur kostað hundraðtals arbeiðspláss og hundraðtals krónur í føroyskari framleiðslu.

Var tað nakra aðrastaðni í siviliseraða heiminum so valdi ministarin sjálvur at loysa seg úr starvi ella at statsministarin, ella í hesum føri løgmaður, gav honum sekkin uppá standandi fót.

Hóast ávaringar frá Bakkafrost í nógvar mánaðir og óteljandi áheitanir frá tingfólkum og øðrum, so gjørdi Høgni onki uttan tóm orð um lyfti at koma við onkrum.

Sjálvur sigur hann at hann gjørdi tvey ymisk uppskot klár har leiðslan á Bakkafrost segði at hesi uppskotini broyta onki til tað betra.

Deildarleiðari á Bakkafrost svarar í Degi og Viku at Høgni var altíð vælkomin á gott hjá teimum tí tey vistu hvat skuldi til fyri at loysa trupulleikan. Men Høgni velur, sera arrogant ikki at tosa við Bakkafrost og gerð so har eftir tvey misfostur av uppskotum, sum hann sjálvur sigur Bakkafrost vrakaði áðrenn tey blivu løgd fram.

Haldi bara at slíkur landsstýrismaður eigur at fara frá, tí fylgjurnar av hansara kleyvaskapi og hansara arrogansu hava kostað okkara fólki alt ov nógv.

Um okkara løgmaður ikki er maður fyri at vísa slíkum landsstýrisfólki út gjøgnum dyrnar so eigur løgtingið at gera tað beinanvegin.

Høgni er sjálvur serkønur í misálitum á onnur landsstýrisfólk og at gera kanningar fyri rættuliga nógvar milliónir fyri at koyra landsstýrisfólk frá.

Høgni far sjálvboðin frá, beinanvegin.

Anskar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo