Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

StÍF: Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt einmælt at játta 10 mió. kr. í 2023 til at projektera og byggja nýggja ítróttarhøll á Strondum!

Hetta hendi mánakvøldið 21. november, tá ið fíggjarætlanin fyri 2023 endaliga varð samtykt.

StÍF fegnast um, at Sjóvar kommuna nú fer at gera dreymin um ítróttahøll til veruleika.

StÍF fylti 80 ár í oktober, og sigast má, at einmælta samtyktin at játta 10 mió. kr. (í fyrstu atløgu), er ein stórfingin føðingardagsgáva, sum StÍF takkar hjartaliga fyri!

Sjóvar kommuna hevur í ár arbeitt við hallarætlanini, og við 10 mió. kr. í 2023 fer arbeiðið av álvara í gongd at fyrireika og byggja høllina. Høllin verður staðsett sunnan fyri bygdahúsið.

Tað er sera týdningarmikið fyri framhaldandi menningina av StÍF, at nýggj og tíðarhóskandi høll nú verður bygd á Strondum. StÍF hevur veruligan tørv á einari høll aftrat høllini á Skála. At byggja ítróttarhøll er ein søguliga stór og neyðug íløga fyri kommununa, sum fer at skapa trivnað og vøkstur. Høllin verður til stórt gagn fyri borgarar, ítrótt, vinnulív og mentan.

StÍF ynskir Sjóvar kommunu góða eydnu við hesi framskygdu verkætlan, og vilja vit vera ein konstruktivur viðleikari í hesi tilgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo