Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Soleiðis sum fanatiskir "suðuroyar-debattørar" tíggja sær i løtuni um tað famøsa UNDIR-HOLIÐ, er alt rationelt orðaskifti um málið blivið næstan illusoriskt!

Menn analysera slett ikki! Teir hava longu tikið støðu uppá forhond!

Og so má øll realisma kveistrast til viks!

Man hevur jú biðið eitt heilt inhabilt felag gera kostnaðar-yvirlit. Men tað felagið ynskir Holið og ætlar at gera tað.

Teir komu sjálvandi til eitt úrslit, sum gleddi alla ta religiøsu HOL-FYLKINGINA.

- Heilt fantastiskt!

Projektið skal jú noyðast ígjøgnum, og nervøsir politikarar tora ikki annað enn at lystra.

Men eg veit frá fleiri sakligum suðuroyingum, at tað slett ikki er semja um alla oynna.

Nógv tiga, tí tey ræðast hóttandi repressalia fra tí hol-fanatisku fylkingini.

Eitt so langt og djúpt hol eigur avgjørt at vera tvíbýtt, so tað verða bygd tvey parallel strekki. Annars verða bjargingartiltøk katastrofalt strævin.

Eitt dupult hol kann ikki projekterast fyri minni enn 12 milliardir.

Men tilikar analysur loypir tann grunna "tunellnevndin" heilt um.

Teir vilja hava eitt skjótt discount-projekt fuskað ígjøgnum, so teir sleppa økonomiskt framat.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo