Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Barna- og útbúgvingarmálaráðið skipaði í vikuni fyri hoyring viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um at um- og útbýggja eftirskúlan Rásin. MEGD fegnast um, at verkætlanin endiliga verður veruleiki og harmast samstundis um, at hoyringarfreistin einans var nakrar fáar arbeiðstímar.

Fáir arbeiðstímar til hoyring
Høvuðsendamálið hjá MEGD er at umboða áhugamálini hjá fólki, ið bera brek, og at lógir og átøk samsvara við altjóða Brekrættindasáttmálan. Fyri at røkka hesum krevst luttøka, samskifti og samstarv við fólk, ið bera brek, avvarðandi teirra og til tíðir aðrar partar so sum starvsfólk ella serfrøðingar.

Sambært rundskrivi um lógarsmíð hjá Løgmansskrivstovuni frá januar 2019 skal lógaruppskot sendast til allar partar, ið mugu metast at hava ein serligan áhuga í uppskotinum, eins og at hoyringartíðin eigur at vera minst fýra vikur.

Í hesum føri var hoyringartíðin alt ov stutt. Uppskotið varð sent til hoyringar fríggjadag, og freistin at senda viðmerkingar var mánadag klokkan tólv. Talan var sostatt um nakrar fáar arbeiðstímar, sum er alt ov stutt, um hoyringarskrivið nøktandi skal taka atlit til tørv og áhugamál hjá viðkomandi pørtum.

Fyrireiking neyðug
Royndir úr øðrum londum vísa, at tað eisini loysir seg fíggjarliga at tryggja, at fólk, ið bera brek, verða tikin við í byggiverkætlanirnar – í hoyring, fyrireiking, bygging og til verkætlanin er endað. Eins og eingin meirkostnaður er av slíkum verkætlanum, tá ið hesi eru tikin við á skynsaman og rímiligan hátt frá byrjan. Tí hevur hoyringin týdning fyri fíggjarstýringina, har ymisku tørvirnir verða væl lýstir frá byrjan.

Sum fyrr hevur verið víst á, so er ynskiligt, at meginfelagið og limafeløgini fáa uppskot, ið viðvíkja brekøkinum. Í hesum føri fekk MEGD ikki uppskotið sent beinleiðis til hoyringar. MEGD er meginfelag fyri brekøkið í Føroyum, og má tí metast at verða ein natúrligur hoyringarpartur. Ynskiligt hevði tí verið, at allir viðkomandi partar fingu uppskotið bæði sent beinleiðis og í góðari tíð.

Hetta samanlagt metir MEGD er brot á altjóða Brekrættindasáttmálan, ið byggir á ta meginreglu, at fólk, ið bera brek, hava rætt at verða hoyrd og at luttaka í málum, ið viðvíkja teimum. Eisini sjálvt um fíggjarlógararbeiðið nú varð órógvað av løgtingsvali og nýggjari samgongu.

Yvirskipað lóggáva til byggiverkætlanir
Við hesum í huga hevur MEGD eitt langtíðarynski um eina yvirskipaða lóggávu, ið tryggjar, at byggiverkætlanir til fólk, ið bera brek, sum heild verða skipaðar sambært einari fevnandi og rímiligari tilgongd.

Ein slík lóggáva eigur at verða gjørd skjótast gjørligt millum annað soleiðis, at servitan, kunnleiki og førleikar verða savnað og orka sett av til at skipa verkætlanirnar í samstarvi við áhugafeløg.

Stutttíðarynskið er, at rundskrivið um lógarsmíð hjá Løgmansskrivstovuni frá januar 2019 verður hildið, og at lógaruppskot sostatt verða send øllum pørtum, ið mugu metast at hava ein serligan áhuga í uppskotum, og at hesir partar í minsta lagi fáa 4 vikur at ummæla uppskotið.

Tóra við Keldu,
forkvinna hjá MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo