Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

KFS-Føroyar: Kendi kristni vísindamaðurin, John Lennox, er professari emeritus í matematikk á universitetinum í Oxford. Hansara vitan um matematikk setti álvarsligar tankar í gongd hjá honum, tá koronavirusið av álvara byrjaði at gera um seg í Kina. Hann dugdi at síggja, at virusið kundi koma at fáa álvarsligar avleiðingar fyri allan heimin. Tí kendi hann á sær, at hann mátti seta seg niður at skriva okkurt, og tað endaði við bókini “Where is God in a Coronavirus World?”, sum kom út á enskum fyrst í apríl.

Í morgin, týsdagin 2. juni, kemur bókin út á føroyskum við heitinum “Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?”. Tá skipar KFS, ið gevur bókina út, fyri einum forvitnisligum online-tiltaki, har ein beinleiðis samrøða verður við John Lennox um nakrar av spurningunum í bókini. Síðan verður Q&A (spurningar og svar), har dámligi og dugnaligi professarin fer at svara spurningum frá hyggjarunum.

Tað má sigast at vera ein framíhjárættur hjá okkum føroyingum at sleppa at hoyra henda kenda vísindamannin enn einaferð, eftir at hann vitjaði í Føroyum í 2014. Lennox hevur vitan og royndir sum fáur, og hann hevur luttikið í kjaki við fleiri av fremstu ateistum, eitt nú Richard Dawkins, Christopher Hitchens, sála, og Peter Singer.

Tiltakið verður stroymað beinleiðis á Youtube týskvøldið kl. 20-21.15. Stroymingin letur upp einar 15 minuttir áðrenn.

Leinkjan verður tøk á KFS Føroyar á Facebook í morgin.

Sí meira um tiltakið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo