Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

NFBOTá Nordisk forening mot Barnmishandling og Omsorgssvigt (NFBO) í august skipaði fyri stórari vísindaligari ráðstevnu í Føroyum, var yvirskipaða heitið “Barnsins besta – retorikkur ella veruleiki?”. Norðurlandahúsið var á tremur við fak- og vísindafólki, sum í meira enn tríggjar dagar tosaðu um nýggjastu granskingina innan harðskap og vanrøkt av børnum.

Men hvussu kundu vit tryggja, at børnini eisini fingu møguleika at siga teirra hugsan? Og hvussu kundu vit skapa ein varandi varða, sum eisini aftaná ráðstevnuna skal minna okkum á týdningin av at skapa góðar karmar fyri børn og ung, soleiðis at vit fyribyrgja harðskapi og vanrøkt? Hetta vóru nakrir av spurningunum, fyriskipararnir settu sær.

Ein sangur og sjey filmar!
Í eini roynd at svara hesum spurningum, varð samband tikið við dugnalig føroysk fólk innan films og tónleikaheimin, og úrslitið bleiv ein sangur og sjey filmar. Sjey góðir filmar, har føroysk børn og ung fortelja um alt frá barnarættindum, um týdningin av góðum barndómsárum, um tá børn verða avhoyrd, og hvør hevur ábyrgdina fyri, at børn og ung hava tað gott. Filmarnir eru gjørdir av Helmsdal/Ingunardóttir og góðu ráðini frá børnunum og teim ungu vórðu sera væl móttikin, tá filmarnir vórðu vístir á ráðstevnuni.

Vakri sangurin “Viðkvæmur vøkstur” varð eisini til og varð frumframførdur fyri fullsettum Norðurlandahúsi til setanina av ráðstevnuni. Granskarar og fakfólk, sum ikki skilja føroyskt, skiltu tað, Marius Ziska vildi miðla til okkum vaksnu, sum skulu skapa góðar karmar fyri børn og ung.

Hans Jacob Kollslíð sigur soleiðis um sangin: “Tá NFBO setti seg í samband við okkum, gjørdust vit nokkso skjótt samdir um, at vit vildu skriva ein sang, sum á ein ella annan hátt skuldi snúgva seg um meistring av royndum úr fortíðini. Undir einum hugaroki tosaðu vit m.a. um líknilsið í Gamla Testamenti, sum er um konuna hjá Lot, ið frysti til eina saltsúlu og doyði, tá ið hon hugdi aftur á brennandi fortíðina. Eisini tosaðu vit um onkrar tankar, ið Eckhart Tolle ger sær í bókini “The Power of Now” – um hvussu tú kanst royna at verða til staðar í nú’inum og finna friðin í kvirruni, ið onkursvegna røkkur út um teg sjálvan. Vit hava kanska hug til at fokusera nokkso nógv uppá hitt veika barnið, men hóast vøksturin er viðkvæmur, kann hann saktans mennast og vaksa seg sterkan. Sjálvur haldi eg, at m.a. barnasálarfrøðingurin Dion Sommer hevur fatur á tí rætta endanum, tá ið hann tosar um tann resiliens (mótstøðuførið), ið barnið hóast alt hevur. Og hvussu hesin resiliensur kann verða ein styrki, ið ger at barnið megnar truplar støður og minnini um tær. Haldi, eg umskrivaði tekstin einar 10 ferðir, áðrenn eg var nøgdur. Hans Marius, Allan og Magnus arbeiddu eisini rættuliga intenst við arrangementinum. Men nú eru vit so eisini nøgdir. Vit eru glaðir fyri at kunna gera ein sang, ið er við til at seta fokus á eitt so álvarsligt og viðkomandi evni, sum hvussu vit kunnu virka fyri Barnsins besta.”

Sangurin og filmarnir kunnu síggjast og hoyrast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo