Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tvey skip hjá Mærsk sum trola eftir plasti.

Tvey skip hjá Mærsk sum trola eftir plasti.

Trygvi Dalsgaard er skipari á Mærsk Tender sum ruddar plastik úr Stillahavinum.

Í grein í Jyllandspostinum, sum snýr seg um verkætlanina Ocean Cleanup, kemur millum annað fram, at føroyingurin og hini sum eru við í verkætlanini eftir einum ári hava reinsað umleið 100 tons av plastikruski úr sjónum.

- Tað valdar ein pionerstemningur umborð, at vit gera mun. Hinvegin er tað eisini ein óhugnaligur tanki, at vit eru meira enn 1.000 kilometrar frá landi. Og ein hugsar: Hvat fanin ger so nógv rusk heilt herúti. Tað er sera trist.

Ocean Cleanup er ein sonevndur nonprofit felagsskapur, sum niðurlendingurin Boyan Slat byrjaði. Hildið verður at eini 80.000 tons av plasti eru í Stillahavinum. Stórdálkarar sum til dømis Coca Cola og Kia stuðla hvørt ár Ocean Cleanup við stórum pengaupphæddum.

Tvey skip hjá Mærsk sum trola eftir plasti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo