Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Øll vita, hví bummgjaldið var neyðugt, tá Vágatunnilin skuldi gerast.

Tað er bara at lesa uppruna lógina og serliga viðmerkingarnar - sum siga alt.

Hóast lógin varð góðkend av øllum tinglimum í 1988, so var mótstøðan stór – eisini frá løgtingslimum.

So lógin bleiv broytt – ikki bara eina ferð: Sí her

Enn duga nøkur løgtingsfólk ikki at skilja hetta:

”Ætlaði kostnaðurin var 240 mió. krónur í 1999-prísum uttan byggirentu og fíggjarkostnað. Endaligi kostnaðurin gjørdist 280 mió. kr. íroknað byggirentur og fíggjarkostnað.[3]. Føroya Løgting játtaði 160,3 mió. krónur til tunnilsgerðina árini 1998-2005[4]. Restin verður fíggjað við brúkaragjaldi. 

Hví skulu bileigarar so gjalda hasi bummgjøldini?

Tann einasta grundgeving er, at løtingið vil kradda sær inntøkur og dámar at fara eftir teimum, ið ikki fáa vart seg. - Tað verður eisini kallað happing. - og er kent alla staðni frá. - Serliga hjá teimum, ið vilja vísa sítt vald.

Verðinssøgan hevur fleiri dømi um, har valdshavarar fara eftir teimum veiku og verjuleysu.

T.d. Nero fór eftir teimum kristnu. 
Eina tíð hildu teir, at  heksir skuldu brennast.
Hitler fór serliga eftir jødum.
Tey hvítu tóku tey svørtu sum trælir
Enn verða kvinnur kúgaðar og steinaðar til deyðis.  
- Og so er tað sjálvandi mafian.

Valdshavar hjá okkum eru ikki mætari. Teir fara eisini eftir teimum, sum ikki fáa vart seg.

Kanska er sjómaðurin úr Suðuroy vanur við at hava rukkur umborð - at flenna at og at gera gjøldur úr øðrum. Tað ynskti hann eisini at brúka, nú hann fekk annað vald.

Løgmaður hansara saman við øðrum tóku við fagnaði undir við illgerðini.

Bileigarar, sum mugu koyra gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin, er bert trælir, sum okkara valdshavarar flenna at, tí tey, ið koyra har, fáa ikki vart seg fyri teirra óndskapi.

Undanfarna samgonga fór frá, og ein nýggj kom til, sum vit trúðu ikki ynskti at happa og niðurgera tey í útjaðaranum.

Nýggi landsstýrismaðurin, sum fyrst hevði ábyrgd av landsvegakervinum, gjørdi tað einasta rætta:

##med2##

Men hatta gekk ikki, tí eisini í hesu samgongu sita tey óndu, sum halda onnur fyri spott við sambandsløgmanni á odda.

Miðflokkurin við sínum kristnu sjónarmiðjum kann ikki hugsast at taka undir við at trælabinda bileigarar við hasum kravi um bummgjald.

So kunnu vita bara gita, hvørji tey óndu eru í samgonguni.

Tey, sum sita á tingi og stuttleika sær við at spotta og flenna at teimum, sum gjørdu væl fyri alt fólkið.

Vit mugu bara ásanna, at sjálvur Hans Andrias Djurhuus eisini kendi lyndið hjá teimum óndu:

Mangt í heiminum er vánt at kenna,
alt tað besta heldist fyri spott;
minst tó til, at tá tey óndu flenna,
skalt tú halda hjartað reint og gott.

Magna Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo