Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hans Ellefsen var í KVF og tosaði um at brúka bara ½ av fiskidøgunum. Og tosaði um fiskidagaskipanin er nyttuleys, óbrúkulig og ikki burðardygg tí onki lívfrøðiligt hámark er fyri, hvussu nógv skipini kunnu fiska, er ein katrastrofa og sorgarleikur og kann fiska alt niður við alt ov stórum veiðitrýsti og á bankanum verður fiskað meira enn lívfrøðingar siga, og eitt hámark skuldi verið á.

https://kvf.fo/greinar/2023/09/25/fiskidagaskipanin-er-obrukilig-ti-hon-hevur-einki-hamark

Alt livandi sum kann flyta seg flytur seg eftir føðini, í 92 bleiv fyrst øll føðin vekk, onki sást á ekkoloddinum, men 2 ár seinri kom uppá eina stutta tíð nógv av stórum toski innaftur á grunnarnar.

Tað er løgi at meira toskur var til áðrenn polittikarnir byrjaðu at lurta eftir fiskifrøðingum.

Tað hoyrist eisini um Føroysk toskamerkir, sum eru funnin aftur umborð á útlenskum skipum, sum fiska í norskum og Grønlenskum sjógvi, sum eru send til Havstovuna og ikki eru skrásett.

Stovnsmeting er eitt uppfunnið arbeiði, ein sum fiskar má vera á rætta staði tað rætta tíðina fyri at fáa fisk.

Polittikarinir skuldu kravt, at Havstovan skal brúka psat-merking av øllum fiskasløgum og øll fólk sum høvdu hug at fylgja við hvar merkini koma uppaftur kunnu síggja tey.

Tað er bíligari og rættari at gera.

Fiskur hevur stert og svimur eftir føðini, eisini banka-toskurin.              

https://www.facebook.com/groups/678830728875156/user/100002306649485

https://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=1088:toskur-a-foroyabanka-hvar-er-hann-komin-fra&catid=7:tidhindi&Itemid=180

https://www.hav.fo/PDF/Fiskalisti/Toskur_Landgrunnur.pdf

https://www.hav.fo/PDF/Fiskalisti/Toskur_Foroyabanka.pdf

http://laxfiskar.is/images/stories/skyrslur/Kortlagning_a_gonguleidum_thorsks_(Gadus_morhua)-Framvinda-Laxfiskar_2012.pdf?fbclid=IwAR2SFatuMsHiW9KHwtziyLpVBtAgZSMxnH4atqNwQiLuKofSAk9Huzw9B0M

https://www.vp.fo/news/hugleiding-um-goymda-fiskin-fiskiskap-vedur-og-vind#.X8pR1WSmCf8.facebook

Hvussu kundi fiskaríið halda sær nógv meira í nógv samanhangandi ár, áðrenn polittikarnir lurtaðu eftir fiskifrøðingum?

Eyðun Hansen
Vestmanna
27 09 2023

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo