Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Politikarar og myndugleikar leggjast eftir pensjónistunum, men veruleikin er ein heilt annar:

  • Vit hava eina BTÚ (bruttotjóðarúrtøku), sum er kr. 467 túsund fyri hvønn íbúgva

  • Vit hava yvirskot á handilsjavnanum

  • Vit hava í nógv ár havt stóra búskaparliga framgongd

  • Vit hava eitt av heimsins bestu og fremstu vælferðarsamfeløgum

  • Vit hava ein føðitíttleika omanfyri 2, sum er markið fyri at halda javnvág millum unga og eldra ættarliðið, og her seta vit met í framkomnu londunum

  • Vit hava ein av heimsins hægstu pensjónsaldrum

  • Vit hava ein miðal livialdur sum er uml. 82 ár, sum er eitt vet minni enn í hinum norðurlondunum

  • Vit hava eitt arbeiðsloysi sum er tætt við 0, sum má vera heimsmet

  • Vit hava heimsmet í at halda fram á arbeiðsmarknaðinum aftaná pensjónsaldur og pensjónistarnir vilja arbeiða enn meira um mótrokningin fellur burtur

  • Vit hava eina av heimsins hægstu skattabyrðum, beinleiðis og óbeinleiðis

  • Vit forút skatta lógarkravda eftirlønargjaldið, sum í ár er 9 % (Eftirlønarlógin) – hvar fer peningurin?

  • Vit gjalda inntøkuskatt við hvørja lønaravrokning av avgjøldunum til Samhaldsfasta, Arbeiðsloysis- og Barsilsskipanina og so gjalda vit aftur skatt í sambandi við útgjaldið – hetta er álvarslig dupultskatting! – hvar fer peningurin?

  • Vit prísjavna ikki skattastigan og tískil eitt økt skattatrýst so hvørt lønarinntøkan hækkar, sama er galdandi fyri skattastigan í eftirlønarlógini

  • Vit minka um ríkisstuðulin við 100 milliónum krónum, hóast gjaldførið ikki talar fyri hesum – hvør fíggjar hetta?

Landsstýrið og nógvu undanfarnu landsstýrini hava brúkt hvørja einastu inntøkukrónu uttan at geva sær far um útreiðslur og skyldur fyri framman og hetta er veruliga rótin til haldføristrupulleikan.

Landsstýrið hevur ikki vilja og vil ikki útvega fígging til at taka mótrokningina í pensiónsviðbótini burtur, hóast hon í veruleikanum fíggjar seg sjálv við øktari skattainntøku. Samstundis fáa vit enn fleiri hendur á arbeiðsmarknaðin, sum rópar neyðarróp eftir arbeiðsmegi og hetta serliga innan heilsuøkið. Í Danmark er hetta longu gjørt og royndirnar eru góðar.

Vónandi verður hetta umhugsa av nýggjum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024.

Robert Vilhelmsen,
næstformaður
Eldraráðið í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo