Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Farna heyst lýsti Tórshavnar Big Band við sangkapping við ynski at fáa skrivað nýtt føroyskt tilfar til orkestrið og til føroyska sangskattin.

Big bandið hevur fleiri ferð fyrr arbeitt við føroyskum sangum - mest eldri kendum - við sera góðum úrsliti.

Spennandi verður at hoyra, hvør hevur latið tilfar inn, og ikki minst hvørji verða ávikavist nummar 1, 2 og 3.

Umframt Tórshavnar Big Band, sum er sett saman av flestu av teimum bestu tónleikarum í Føroyum, verða fleiri sangarar við, sum fara at syngja sangirnar, ið eru innkomnir.

Teir eru Olvheðin Jacobsen, sum lesur sang í Íslandi, Dania O. Tausen, sum veruliga hevur víst sínar sangdygdir síðstu árini, James Olsen, sum flest allir føroyingar kenna, Eyðfinn B. Lamhauge og ársins kvinnuligi sangari Jasmin Mote.

At meta um verkini er sett ein dómsnevnd við trimum persónum.

Eftir konsertina 1. februar verður so greitt, hvønn sang dómsnevndin hevur valt sum tann besta av hesum átta, sum eru innkomnir.

Nøvnini á tónaskøldunum verða kunngjørd á konsertini.

1. Virðisløn er áljóðandi 30.000 kr 2. Virðisløn er áljóðandi 15.000 kr 3. Virðisløn er áljóðandi 5.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo