Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Ætlanir við føroyska rossinum

Spurningar:
1) Hvussu gongur við at útvega føroyska rossinum eitt pass, so at ross kunnu útflytast, serliga í sambandi við aliætlan, hvat kostar arbeiðið, og nær kann væntast, at komið er á mál?

2) Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða við nýggju ætlanini, sum Felagið Føroysk Ross legði fram 27. mars í ár?

3) Um ja, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta ímillum tey mongu vantandi átøkini fyri føroyska rossið, sum nýggja ætlanin lýsir?

4) Hvør er tíðarætlanin og fíggingartørvurin, um nýggja ætlanin fyri føroyska rossið skal fylgjast?

Viðmerkingar:
Føroyska rossið hevur røtur aftur til, tá fyrstu norðurlensku niðursetufólkini komu til Føroyar fyri fleiri enn 1000 árum síðani. Føroyska rossið er lítið, men harðbalið og sterkt og hevur lagað seg til føroyska veðurlagið og livikorini. Hetta ross hevur í dag ein avgerandi leiklut í okkara mentanararvi, men hóast tað, so er tað í sera stórum vanda fyri at doyggja út, ikki minst tí nógv av hesum rossum vórðu útflutt, eins og stórt felli hevur verið í stovninum. Elsta kelda um hetta er frá 1857, tá 844 ross vóru í mun til tey 82 í dag.

Felagið Føroysk Ross varð sett á stovn í 1978 fyri at bjarga føroyska rossinum og hevur gjørt og ger enn eitt megnar arbeiði. Men enn eru stór tøk at taka fyri at bjarga føroyska rossinum, og tað hevði kanska verið natúrligt, um landið tók størri ábyrgd av hesum arbeiði. Búnaðarstovan læt í fjør Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum umsitur landbúnaðar- og húsdjóramál, upprit um skipanarreglur fyri virksemið á Búnaðarstovuni viðvíkjandi varðveitingararbeiðinum fyri Føroyska rossið. Áhugavert hevði verið at frætt nærri um tað.

Nógv arvaligt tilfeingi varð á sinni mist úr rossastovninum, og kemur hetta ongantíð aftur. Vandin fyri innannøring er stórur, men við greiðum ætlanum og góðum samstarvi ber til at arbeiða seg burtur úr hesum. Í 2018 varð skrásetingarskipanin, Føroya Fongur, gjørd, har til ber at síggja upplýsingar um uppruna, avkom, aling, litir, flísnummar, myndir og mangt annað. Og í løtuni ger felagið eitt heilt merkisvert arbeiði við íslendskum klekingarryssum, tí aliumstøðurnar eru so truplar, og tí føroyska rossið enn einki pass hevur at gera tað møguligt at flyta út. Felagið hevur eisini júst latið úr hondum eina ætlan saman við øðrum týdningarmiklum pørtum, sum er besta boð, hvussu rossastovnurin kann bjargast, og hvussu hann kann gerast væl fyri og til gagns. Ætlanin er í sjey punktum um almenna aliætlan, um at økja talið á rossum, um ílegubanka, um arbeiðshættir at forða fyri innannøring, um almenna lýsing av føroyska rossinum, um at styrkja tilvit og kunning, eisini við betri fíggingargrundarlagi og at enda um gransking og frálæru.

Av áhuga fyri, hvussu gongur við ymsum átrokandi átøkum fyri føroyska rossið, verða spurningarnir settir.

Á Løgtingi, 5. apríl 2024
Hanna Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo