Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Føroyski gittaristurin og tónaskaldið Alvi Joensen hevur verið við í at sjóseta eina tónleikaverkætlan um frið, sum er á konsertferð í Føroyum hetta vikuskiftið, og verður framført í Norðurlandahúsinum sunnudagin 3. mars kl.16.00.

Alt byrjaði við at tónleikabólkurin Göteborg Oboekvartett vildi bíleggja nøkur nýggj tónleikaverk til sín. Saman við tónaskøldunum Erik Valdemar Sköld (úr Svøríki), Veronika Voetmann (úr Danmark) og Alvi Joensen byrjaðu tey at leita eftir einum evni, sum tónleikurin skuldi handla um. Um hetta mundið hevði Russland byrjað sína innrás í Ukraina, og spurningurin ”hvussu ljóðar friður” kom uppá tal. Hetta kendist sum eitt sera tíðarbart evni, og so varð sett í gongd at skaffa fígging.

Eitt drúgt ár aftaná, 5. novembur 2023, hevði verkætlanin ”Friður á foldum” sína frumframførslu í KoncertKirken í Keypmannahavn við soloobospælaranum í Kongaliga Kapellinum í Keypmannahavn Henrik Goldschmidt sum talara. Hetta var bara ein drúgvan mánað eftir at stríðið í Gaza-geiranum breyt út, so verkætlanin kundi ikki verið meir í tíðini. Talarin Henrik Goldschmidt er sjálvur jødi og hevur í nógv ár gjøgnum tónleikin verið talsmaður fyri friði millum jødar og muslimar. Hann segði at hetta vísti seg at verða óvanliga trupult at halda tala um.

Frumframførslan var sera væl móttikin í Keypmannahavn, tísskil var sett í gongd at fáa hesa verkætlan á konsertferð og Føroyar var sett sum mál. Norðurlandahúsið vísti beinanvegin hesari verkætlan áhuga og bispur, Jógvan Fríðriksson, játtaði so gleðiliga til spurningin, um at halda talu til hesa framførslu. Søkt var eftir fígging og Mentannargrunnur Landsins og Føroya Stiftstjórn hava játtað og gjørt hesa konsertferð gjørliga.

Afturat konsertini í Norðurlandahúsinum fer Göteborg Oboekvartett at spæla eina klassiska konsert í Havnar Kirkju fríggjakvøldið 1. mars kl.19.30.

Konsertir:
1. mars kl.19.30 í Havnar Kirkju – ”Mozart, Fauré og Britten”
3. mars kl.16.00 í Norðurlandahúsinum – ”Friður á foldum” við Jógvan Fríðrikssyni

Báðar konsertirnar eru ókeypis!

Göteborg Oboekvartett:
Line Rønn Ingvardsen, obo
Orlaith McHugh, violin
Liam Redmond, bratsj
Giacomo Torlontano, sello

“Friður á foldum” er stuðlað av:
Sten K Johnsons Stiftelse
Helge Ax:son Johnsons Stiftelse
Kulturrådet (SV)
Lizzi og Mogens Staal fonden
Dansk Komponist forening
Koda Kultur

Konsertferðin í Føroyum er stuðlað av:
Mentannargrunni Landsins
Føroya Stiftstjórn

Leinkjur:
Konsert í Havnar kirkju: https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tiltok/havnar-kirkja-153

Friður á foldum í NLH: https://www.nlh.fo/?event=10135/fridur-a-foldum-sefo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo