Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttadómstólurin hevur viðgjørt kæru frá ÍF-Flogbólti, dagfest 13. februar 2020, um úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá Flogbóltssambandi Føroya, dagfest 8. februar 2020 viðvíkjandi útlendskum leikara, ið hevur spælt við Mjølni kappingarárið 2019/2020.

ÍF-Flogbóltur kærir allar dystir hjá Mjølni kappingarárið 2019/20 og vísir í hesum sambandi á, at Mjølnir hevur nýtt leikara, ið ikki hevur havt ítróttarvisum ella arbeiðsvisum í lagi og tískil ikki hevur havt loyvi at luttaka í dysti fyri Mjølnir.

Í avgerð 4. februar 2020 staðfestir Flogbóltssamband Føroya, at einki brot er framt, og eingin sekt skal verða ásett ella givin. Avgerðin er grundað á, at Flogbóltssamband Føroya ongar ásetingar hevur viðvíkjandi uppihaldsloyvi, arbeiðsloyvi ella nørkum slíkum, áðrenn leikaraloyvi kann verða givið.

ÍF-Flogbóltur kærir avgerðina hjá Flogbóltssambandi Føroya til Dómsnevndina hjá Flogbóltssambandi Føroya.

Les úrskurðin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo