Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-037/2023 frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, til Høgna Hoydal, landsstýrismann, um gongd í haga

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær væntast ein loysn í málinum um gongd í haga?

2. Er ætlanin framvegis, at allir føroyingar skulu ferðast frítt í føroysku náttúruni?

3. Hvussu skal økið skipast í mun til at krevja gjald frá útlendingum?
 
Svarað verður undir einum
Rætt er, at hetta er mál, sum hevur verið óvanliga trupult at loysa. Trupulleikarnir eru mangir og fjøltáttaðir, og meiningar og hugsanir um ta røttu loysnina upp á spurningin um gongd í haga eru eins mangar og fjøltáttaðar. Til vildar øllum kann eingin gera, og tí ber til at siga - uttan at taka ov rívan til – at ikki øll verða líka fegin um endaliga úrslitið.

Tað skerst kortini ikki burtur, at tíðin langt síðani er komin at gera av, hvussu hetta økið skal verða skipað, bæði í mun til rættin at ferðast í egnum landi og í mun til, hvussu ferðavinnan verður skipað kring landið. Tað skylda vit Føroya fólki, jarðarumsitarum og -eigarum, ferðavinnu og ferðafólki og ikki minst býar- og bygdasamfeløgum, har ferðavinnan er sjónligast.

Greitt er, at verandi ógreiða støða kann ikki halda fram. Tí verður, sum áður boðað frá, eitt uppskot um gongd í haga lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. oktober 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo