Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygarkvøldið 1. apríl gera føroyingar innrás í Keypamannahavn við sangi, tónleiki og undirhaldi. Amager Bio verður karmur um føroysku Innrásina. og á pallinum verður tónleikur og undirhald við Dynamit, Eyðun & Terja og Sjúrði Skaale.

Einhvør innrás hevur brúk fyri njósnarum, og nú hevur føroyska innrásina í Keypmannahavn fingið fatur á heimsins stuttligasta njósnara. Anders Lund Madsen, sum telist millum kendastu skemtarar og sjónvarpsvertir í Danmark, verður við í Innrásini í Amager Bio.

Anders Lund Madsen dugir at gera gjøldur burtur úr bæði sær sjálvum og føroyingum – sjálvandi við einum fittum skálkasmíli og blíðum eygnabrái. Anders Lund Madsen fer undir Innrásini í Amager Bio at hugleiða um føroyingar og Føroyar, sum hann javnan hevur vitjað í lívi sínum – og tað verður við vissu ikki ein keðilig løta!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo